Vælkomin...
Hjartaliga vælkomin til heimasíðuna hjá LIONS CLUB SUÐUROY. Við hesi heimasíðu ynskja vit at siga frá, hvat lions stendur fyri, og hvat tað er vit gera. Hevur tú spurningar ella eru upplýs- ingar á hesi heimasíðu, sum tú ynskir lýstar gjøllari, ert tú vælkomin at skriva til LIONS CLUB SUÐUROY.  Felagshúsið á Traðarvegnum í Hovi.
Lions Club Suðuroy... Stovningardagur: 14. Juni 1986 Altjóða klubbanr: 4014-046 168 Danskt klubbanr: 206 Móðurklubbi: L C Klaksvík Fylkið: 106D Økið: 2 Umráðið: 4 Fundardagur: 1. ónsd. í hvørjum mánaða kl. 19:00 Fundarstaður: Felagshúsið á Traðar- vegnum í Hovi. Teldupostur: suduroy@lions.dk Heimasíða: www.suduroy.lions.dk Heimasíðurøkil: Bent Albinus Vinarklubbar: Lions Club Husavik, Ísland Lions Club of Kathmandu -Gliese. Nepal
 Av hvørjum kemur navnið LIONS?... Liberty, Intelligence, Our Nations Safety.
Hvat er LIONS?... Hygg her
Lions á YouTube... trýst her
Les LION-blaðið DK... trýst her
Les LION-blaðið USA... trýst her
Lions Quarterly... trýst her
Les DG-nýtt... trýst her Vælkomin til fylkið 106D... trýst her
Vinarklubbi úr Nepal...
Lions Club Suðuroy er ein virkin klubbur. Hetta hevur ein nepalskur lionsklubbur umvegis okkara heimasíðu lagt til merk- is. Talan er um Lions Club of Kathmandu -Gliese. Eftir áheitan frá nepalska klubbanum, hevur Lions Club Suðuroy samtykt, at gerast vinarklubbi við Lions Club of Kathmandu - Gliese. Neyðuga vinarklubbaskjalið bleiv undir- skrivað av presidentunum báðum, ávika- vist Óli Holm fyri Lions Club Suðuroy og Sanjib Dahal fyri Lions Club of Kathman- du - Gliese. Spennandi verður nú at síggja, hvat fer at spyrjast burturúr hesum vinarklubba- samstarvi.
 Her sæst Óli Holm, presidentur fyri Lions Club Suðuroy undir- skriva vinarklubbaskjalið.
 Hetta er undirskrivaða vinarklubba- skjalið.
Vinarklubbi úr Íslandi...
Á hugnaligari samkomu á Seglloftinum á Tvøroyri, leygarkvøldið 7. mai 2011, bleiv vinarklubbaskjalið millum Lions Club Husavik og Lions Club Suðuroy undirskrivað. Tað vóru presidentarnir báðir ávika- vist Birgir Thordarson fyri Lions Club Husavik og Óli Holm fyri Lions Club Suðuroy, sum undirskrivaðu skjalið.
 Vinarsambandið verður staðfest.
Hjálp til Haiti...
Føroysku lionsklubbarnir hava samtykt, at lata kr. 25.000,00 í hjálp til tey neyð- støddu á Haiti. Pengurin verður latin umvegis Reyða Kross í Føroyum. Brúk er fyri nógvari hjálp, fyri at fólkið skal fáa tak yvir høvdið, heilivág o.l.
 L. C. Suðuroy 25 ár...
Tann 14. juni 2011 fyllir L. C. Suðuroy 25 ár. Nógv verður gjørt burturúr føðingardegnum. M.a. hevur klubburin verið bussrundferð í oynni og givið peningagáv- ur til góðgerandi endamál í nærum hvørjari bygd í oynni. Samanlagt bleiv handað kekkar fyri kr. 250.000,00. Meira um føðingardagin sæst við at trýsta her.
 Hans handar kekk í Lopra

| Peningastuðil...
Á lítlari samkomu í Hovi ónskvøldið 9. mai 2012, handaði forseti klubb- ans Martin í Nesi umboð fyri klapp- jaktini í Trongisvági ein kekk uppá kr. 10.000,00. Upphæddin skal nýtast til gerð av minnissteini í samband við at klappjaktin fyllir 120 ár.
 Umboð fyri klappjaktina í Trongisvági Hallur Jacobsen og Jens Rói Sørensen taka ímóti kekkinum frá Martin í Nesi.
Vinnaramyndirnar...
Vinnaramyndirnar til Suðuroy- kalendaran 2013 eru nú funnar. 19 myndafólk nýttu høvi til at senda inn umleið 300 myndir. Lions Club Suðuroy takkar hjarta- liga fyri luttøkuna. Vinnaramyndirnar síggjast HER
 Ein av vinnaramyndunum var henda vakra myndin av Birgis- havnini.
Innandurakapping... Kappingin eydnaðist sera væl og er eingin ivi um, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak. Vinnari gjørdist Faroe Farming. Nr. 2 gjørdist Føroya Bjór, meðan Just do it gjørdist nr. 3. Vinnarin vann ferð til Newcastle á jólum. Um kvøldið var dansur í Tvøroy- rar klubba. Atgongumerkið var samstundis ferð til Barcelona í summar. Vinnari gjørdist atgongu- merkið nr. 506. Vinnarin biðist venda seg til 293083.

Vinnaraliðini f.v. nr. 2,1 og 3. Lions Firma Cup 2012... Leygardagin 10. mars 2012, fer Lions Club Suðuroy at skipa fyri stórari innandurðakapping í firma- fótbólti. Eftir fleiri áheitanir frá virkjum og privatfólkum, hevur Lions Suðuroy kunnað staðfest at tørvur er á slíkari kapping og er tað okkara vón, at væl verður tikið ímóti henni. Tilmelding skal fara fram innan 29. februar 2012 og tá meldað verður til, skal greitt upplýsast hvat virki/ felag verður meldað til, eins og luttakaratal skal upplýsast. Meira um kappingina HER
 Tað er okkara vón, at tilmeldingin verður stór.
Jólakalendarin......
Seinastu árini hevur Lions Club Suðuroy selt jólakalendarar í Suðuroynni, har hópurin av góð- um vinningum hevur verið at vinna. Í ár var ein av høvuðs- vinningunum 10.000 kr. í brenni- evni frá MAGN.
 Hepni vinnarin av teimum 10.000 kr. var Rani í Trøðini í Vági, sum fekk handað vinningin við MAGN-støðina í Vági.
Jólakalendarin...
Jólakalendarin hjá Lions Club Suð- uroy er komin, og verður næstu dagarnar gingið hús úr húsi og selt. Ítróttarfeløg og onnur sum savna pening til ávís endamál, standa fyri søluni og verða hesi stuðlaði við ávísari krónuupphædd fyri hvønn seldan jólakalendara.
Allur ágóði fer óskerdur til vælgerð- andi endamál í Suðuroy.
 Tað er okkara vón, at flest øll húski í oynni fara at ogna sær henda vakra jólakalendaran hjá Lions.
 Við at skava jólatrø, kanst tú m.a. vinna olju fyri kr. 10.000,00 og ein Ipad.
Peningastuðul...
Lions Club Suðuroy hevur samtykt at stuðla tiltakinum "í menniskjum góður tokki" við kr. 10.000,00. Endamálið við tiltakinum er, at veita stuðul til tey, sum ikki hava nøktandi fíggjarlig kor á jólum.  Tað er okkara vón, at hetta frálíka tiltakið fær góðan stuðil.
L C Liljan...
L C Liljan er navnið á nýggja kvinnuklubbanum í Tórshavn. Í samband við stovnssetanina fekk L C Liljan gávu frá L C Suðuroy. Gávan var innramma eintak av suðuroyarsanginum "Liljan mín ljósa" eftir Poul F.
Martin í Nesi, forseti í L C Suður- oy handar Barbaru Dahl, forseti í L C Liljuni, gávu.
|