Hjem - Lions Suduroy

Menu

Husareglugerd fyri felagshusid

Húsareglugerð fyri felagshúsið hjá Lions Club Suðuroy í Hovi.

 

Lions Club Suðuroy velur á hvørjum ári í apríl mánað eina húsanevnd, ið telur 5 limir. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni og 3 nevndarlimum. Húsanevndin kemur at hava avgerðarætt í øllum viðurskiftum, sum hava við felagshúsið í Hovi at gera.

 

Nýtslurættur:

1.  Húsið er til nýtslu hjá limum felagsins, ið allir hava fingið útflýggjaðan ein úthurðslykil.

2.  Hevur ein limur gest/gestir við, hevur limurin fulla ábyrgd av gestinum/gestunum.

 

Nýtsla av húsinum:

3.   Farast skal væl um húsið. Tá farið verður frá húsinum, skal tað vera reint, rudduligt og í sama standi, sum tá komið var til húsið.      Grundað á, at húsið verður upphitað av hitapumpu, skulu allar innhurðar standa nakað opnar tá farið verður frá húsinum.

4.  Tann, ið seinast fer frá húsinum, skal syrgja fyri, at alt er sløkt og læst. Baðirúmið verður upphita við el-radiatori. Hesin skal altíð sløkkjast tá farið verður frá húsinum.

5.  Verður nakað brotið ella misfarið, er tað skyldan hjá viðkomandi, ið framt hetta hevur, at endurgjalda ella bøta tað. Um hetta er framt av     einum gesti, so er tað skyldan hjá ábyrgdarhavandi limi at syrgja fyri, at skaðin verður endurgoldin ella bøttur beinanvegin.

6.  Øll nýtsla av tubakki er strangliga banna í húsinum.

7.  Rúsdrekka má ikki nýtast, tá børn og ung nýta húsið.

 

Tiltøk:

8.  Húsið kann nýtast til serlig tiltøk, so sum føðingardagar, konfirmatiónir,  merkisdagar og fundir av ymiskum slag. 

9.  Tað eru bert limir felagsins, ið kunnu nýta húsið til slík serlig tiltøk, og eru teir at rokna sum vertir.

10. Limurin, sum er vertur, hevur fulla ábyrgd av húsinum, sambært frammanfyri nevnda stk. 3 til og við 7.

 

Útleigan:     

11. Meginreglan er, at húsið verður ikki útleigað til onnur enn lionslimir. Sostatt kunnu limir frá øðrum lionsklubbum eisini leiga húsið.

12. Leigari skal sjálvur hava seingjarklæðið, handkløð, viskistykkir o.l við.

13. Limir í Lions Club Suðuroy hava framí-hjárætt til leigu.

14. Húsanevndin stýrir leigumálum. Tí skal ein sum ætlar at leiga húsið, skjótast gjørligt seta seg í samband við húsanevndina.

15. Bert ein einmælt húsanevndarsamtykt kann gera undantak frá omanfyri nevnda stk. 11, og  bindur hon ikki húsanevndina á nakran hátt at gera sama undantak fleiri ferðir.

16. Húsanevndin ásetir ein hóskandi leigukostnað alt eftir, hvat endamálið við útleiganini er. Fyri limir er leigan kr. 400,00 um samdøgurið. Er talan um langtíðarleigumál, er kostnaðurin kr. 2.000,00 pr. viku.

17. Leigukostnaðurin skal gjaldast á konto 6460-201.690.9 áðrenn farið verður í húsið.

 

Ymiskt:

18. Um ein limur brýtur omanfyri nevndu reglur, kann hann í ringasta føri blíva strikaður sum limur, og verður hann tá noktaður atgongd til húsið.

19. Allir limir verða bidnir um at fylgja hesum reglum og annars fylgja teimum ásetingum og fráboðanum, sum eru settar upp í boðtalvu felagsins, sum hongur í felagshúsinum.

Følg Lions