Hjem - Lions Suduroy

Menu

Husareglugerd fyri Tarvafjosid


  

Húsareglugerð fyri Tarvafjósið hjá Lions Suðuroy


Lions Suðuroy velur á hvørjum ári í apríl mánað eina tarvafjósanevnd, ið telur 6 limir. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni og 4 nevndarlimum. Tarvafjósanevndin kemur at hava avgerðarrætt í øllum viðurskiftum, sum hava við Tarvafjósið á Hamri í Froðba at gera.
Eru mál í tarvafjósanevndini til atkvøðugreiðslu, og atkvøðugreiðslan stendur á jøvnum, so er atkvøðan hjá formanninum avgerandi.



Nýtsla av Tarvafjósinum:

1. Meginreglan er útleigan.

2. Húsið er annars til nýtslu hjá limum í Lions Suðuroy, ið allir hava fingið kunnleika til loynitalið á lyklaskápinum, har úthurðslykilin er. Víst verður til stk. 11 til og við 20.

3. Hevur ein limur/leigari gest/gestir við, hevur limurin/leigarin fulla ábyrgd av gesti/gestunum.

4. Farast skal væl um húsið. Tá farið verður frá húsinum, skal tað vera reint, ruddiligt og í sama standi, sum tá komið var til húsið.

5. Tann, ið seinast fer frá húsinum, skal syrgja fyri, at alt er sløkt og læst. Loynitalið á lyklaskápinum skal ikki standa í.

6. Verður nakað brotið ella misfarið, er tað skyldan hjá viðkomandi, ið framt hetta hevur, at endurgjalda ella bøta tað. Um hetta er framt av einum gesti, so er tað skyldan hjá ábyrgdarhavandi limi/leigara at syrgja fyri, at skaðin verður endurgoldin ella bøttur beinanvegin.

7. Øll nýtsla av tubakki er strangliga bannað í húsinum.

8. Rúsdrekka má ikki nýtast, tá børn og ung nýta húsið.

9.  Limurin/leigarin, sum  er  vertur, hevur  fulla  ábyrgd  av  húsinum, sambært  frammanfyri nevnda stk. 4 til og við 8.


Útleigan:

10. Meginreglan er, at húsið verður útleigað til rithøvundar, listafólk og limir í Lions Suðuroy.

11. Í tann mun húsið ikki er útleigað til rithøvundar, listafólk og limir felagsins, kann húsið útleigast til onnur serstøk endamál, so sum fundir av ymiskum slag o.l.

12. Leigari skal sjálvur hava seingjarklæðið, handklæði, viskustykkir o.l við.

13. Alt burturkast skal leigarin taka við sær við fráferð.

14. Leigari kann undir ongum umstøðum víðarileiga húsið til 3. persón.

15. Tarvafjósanevndin stýrir leigumálum. Tí skal ein, sum ætlar at leiga húsið, skjótast gjørligt seta seg í samband við tarvafjósanevndina.

16.  Einki leigumál kann verða longri enn 4 vikur.

17.  Leigumál kunnu bert gerast innan fyri komandi 6 mánaðirnar.

18. Leigumál eru sum útgangsstøði bindandi. Forfall skal fráboðast beinanvegin og í seinasta lagi 24 tímar áðrenn leigumálið byrjar. Eftir hetta skal ásetta leigugjaldið gjaldast.

19. Bert ein einmælt tarvafjósanevndarsamtykt kann gera undantak frá nevndu stk. 10, 11, 16, 17 og 18, og bindur hon ikki tarvafjósanevndina á nakran hátt at gera sama undantak fleiri ferðir.

20. Tarvafjósanevndin ásetir ein hóskandi leigukostnað alt eftir, hvat endamálið við útleiganini er. Sum útgangsstøði er leigukostnaðurin fyri ikki lionslimir kr. 1.000,00 fyri fund ella leigu um samdøgrið. Fyri limir felagsins er leigan kr. 300,00 um samdøgrið.  Er talan um longri leigumál, verður samráðst um kostnaðin.

21. Leigukostnaðurin skal gjaldast á konto felagsins nr. 6460-580.976.4 áðrenn leigumálið byrjar.


Ymiskt:

22. Um leigari brýtur nevndu reglur, kann hesin í ringasta føri blíva útihýstur, og verður hann tá noktaður atgongd til húsið framyvir.

23. Allir limir/leigarar verða bidnir um at fylgja hesum reglum og annars fylgja ásetingum og fráboðanum felagsins.


Lions Suðuroy
 

Følg Lions