Hjem - Lions Suduroy

Menu

joladekorationir

Jóladekoratiónir

Limir og makar í Lions Club Suðuroy hava í ár gjørt stórar og vakrar jóladekoratiónir, sum latnar
verða á Suðuroyar Sjúkrahús, Suðuroyar Ellis- og Røktarheim og eldrasambýlini, í Hvalba og í
Vági, Hamragarð, Eiðisgarð og Sambýlið á Bárafløtti.

Jóladekoratiónirnar frá Lions Club Suðuroy eru ætlaðar teimum, sum av ymiskum orsøkum
ikki eru heima við hús um jóltíðir, og vil Lions Club Suðuroy við hesum siga teimum, at hugsað
verður um tey á jólum, og ynskja teimum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.


Eisini í ár ynskir Lions Club Suðuroy at minnast tey sjúku og gomlu.

Følg Lions