Hjem - Lions Suduroy

Menu

Leyvuting og fødingardagshald

 

Leyvuting 28. mai 2011

Árliga leyvutingið verður í ár í Suðuroy og verður hildið sama dag sum 25 ára haldið. Leyvutingið verður hildið í Stóra Pakkhúsi í Vági. Einans lionslimir kunnu luttaka.

Smyril kemur á Krambatanga kl. 9:00 har bussar koyra gestirnar til felagshús okkara í Hovi. Í felagshúsinum verður borðreitt við pinnamati og eitthvørt leskiligt afturvið. Tvøroyrar Kommuna verður vertur.
Kl. 10:30 verður farið við bussum til Stóra Pakkhús í Vági, har leyvutingið byrjar kl. 11:00.

Høvuðsevnini á leyvutinginum í ár verða SJÓNLIGHEIT og INNAN EINGJARGARÐAR OG ÚTI Í STÓRU VERÐ.

Skráin fyri leyvutingið verður henda:

Kl. 09.15:                   Leyvutingið verður sett í felagshúsinum í Hovi.

                                    Tvøroyrar  Kommuna bjóðar pinnamat, frukt og
                                    leskandi løg.

Kl. 11.00-12.00:         Leyvutingið byrjar í Stóra Pakkhúsi.                       

                                    Annlis Bjarkhamar hugleiðir um "Sjónligheit"

                                    Filmur verður vístur um hetta
                                    evnið.
                                                                                         

Kl. 12.00-12.30:       Døgurði í Stóra Pakkhúsi í Vági. Borðreitt verður
                                    við smyrjibreyði og onkrum drekkandi
                            

Kl. 12-30-14.00:      "Innan eingjargarðar og úti í stóru verð" - Óli Holm

Kl. 14.30-16.00:      Um viðrar fara lionslimir ein "segltúr" við grindabátunum.

                                   Veður og vindur avger leiðina. Viðrar ikki,  verður farið at
                                   vitja Fuglasavnið hjá Aksel Poulsen í Sumba.
 

Kl. 16.00 umleið:     Vágs Kommuna bjóðar kaffi & køkur
  

                                   Meðan lionslimir eru á Leyvutingi og  royna seg sum
                                   grindamenn er skráin fyri makar teirra henda:

Kl. 11.00-12.00:      Shopping o.l. - annars frítt at fara

Kl. 12.00-12.30:      Smyrjibreyð saman við makunum

Kl. 12.30-14-00:      Vitjan á nýggja Ellis- og røktarheiminum i Vági

Kl.14.30-16.00:        Vitjan á Ruth Smith savninum og Fornminnissavninum
                                    í Vági
  

Kl. 16:00 umleið       Kaffi & køkur saman við makunum
                                                               

                                    Almenni parturin av Leyvutinginum er nú av, og
                                    møguleiki er nú fyri at taka sær av løttum fram
                                    til kl. 20.00, tá veitslan byrjar.

Kl. 20.00:                   25 ára stovningarveitslan byrjar á Hotel Øravík.

                                    Veitslustjóri verður Robert Mc. Birnie

                                    Matskrá:

                                           Forrettur             Fiskatallerkur

Høvuðsrettur    Heilstoktur oksaháryggur

Dessert               Heimagjørdur ísur

Náttmatur        Suppa

Vín og aðrar drykkjuvørur til matin verður hvør
                      einstakur at keypa í barrini.

 

NM: Eftir borðhaldið spæla Hans Jakki og vinmenn
                      til dans.

 

Følg Lions