Hjem - Lions Suduroy

Menu

Melvin Jones

Melvin Jones Fellowship


Á veitslu í Øravík leygarkvøldið 28. mai 2011, í samband við 25 ára stovningardagin, bleiv Páll Tummasarson heiðraður við Melvin Jones Fellowship.

Í hesum sambandi helt Bent Albinus hesa røðu:

Tað gingu heili 20 ár av søgu felagsins, áðrenn okur á fyrsta sinni heiðraðu ein av limum okra við Melvin Jones Fellowship. Tað var sjálvsagt Ejler Djurhuus sum fekk henda heiður á lionsfundi í Øravík, ónskvøldið 1. mai 2006.

Fyrsti fundurin í nýggja felagshúsinum í Hovi var tórskvøldið 7. mai 2009. Á hesum fundi bleiv á øðrum sinni ein av limum okra heiðraður við Melvin Jones fellowship. Hetta var eisini sjálvsagt Einar Larsen.

Í dag halda okur 25 ára stovningardag og hvat er meiri sjálvsagt enn á triðja sinni at heiðra ein av okra limum. Hvør tað verður, fáa tit at hoyra um, um eina løtu.

Annars eri je sera fegin um, at tað er fallið mær í lut, at bera fram henda heiður. Tað var nevniliga eisini je, sum bar fram henda heiður til Ejler og til Einar.

At verða heiðraður við Melvin Jones Fellowship er størsti heiður, ein limur kann uppnáa í lionshøpi. Ein heiður, sum kanska bert fáum limum er unt.

Tann limur sum í dag fær henda heiður, var ein av 19 limum, sum settu á stovn Lions Club Suðuroy tann 14. juni 1986. Av stovnarunum eru tíverri bert 6 limir eftir í dag.

Men hvør er so hesin limur, sum í dag fær hesa viðurkenning? Onkuntíð havi je lýst henda lim soleiðis: Nøkur eru gomul tá tey fara um fimti, meðan onnur eru framvegis ung tá tey nærkast áttati.

Limurin sum okur í dag skulu heiðra er Páll Tummasarson. Ímyndin av einum góðum lions. Ein eldsál í lionshøpi. Páll, tú hevur havt nógv álitisstørv í Lions Club Suðuroy. Í 2 ár vart tú presidentur og seinastu mongu árini hevur tú so trúliga tikið tær av altjóða- og ungdómssamskiftinum.

Páll, tú hevur verið og er ein sera virkin lionslimur. Ja, ein limur, sum veruliga hevur gjørt ein mun. Ikki eru tað nógvir fundir, tú ikki er møttur til. Somuleiðis hevur tú altíð staðið í fremstu røð, tá ymisku tiltøkini hava verið á skránni. Slíkan søgufróðan og skemtiligan lionslim eigur ongin annar klubbi.
Kann ikki lata verða við at nevna Íslandstúrarnar, sum uttan teg Páll, neyvan høvdu verið nakað útyvir tað vanliga.

Til seinast vil je siga, at sjálvdan hevur ein útnevning til Melvin Jones Fellow verði meiri rættvís enn henda. Tað er eingin ivi um, at Páll livur upp til hugsjónina, sum liggur aftanfyri tankan um, at tilluta Melvin Jones Fellowship. Viðurkenningin er somuleiðis ein stór tøkk fyri margfaldað avriksverk í Lions Club Suðuroy, og je eri vísur í, at Páll ikki einans setur stóran prís uppá hesa viðurkenning, men eisini móttekur hesa við gleði og stoltleika. Tín leiklutur sæst allastaðni.

Somuleiðis er tað klubbans vón, at okur í Lions Club Suðuroy koma at síggja teg í klubbanum í mong ár aftrat.

Hjartaliga tillukku.

At enda vil je heita á Páll, um at koma upp her og móttaka Melvin Jones heiðurin.

Skulu okur ikki geva honum eitt ordans klapp?


 

Á fyrsta fundinum í nýggja felagshúsinum í Hovi, tórskvøldið 7. mai 2009 kl. 20:00, varð á øðrum sinni í søgu klubbans, ein av limunum heiðraður við Melvin Jones Fellowship. Sjálvsagt var tað hesaferð Einar Larsen, sum fekk henda heiður. Í hesum sambandi helt Bent Albinus, presidentur, hesa røðu:

 

                                             
                                                    Bent Albinus, presidentur, handar Einar Larsen, 
                                                    heiðursbrævið uppá Melvin Jones Fellowship.

                                                                       

Einar Larsen!         

Í samband við at Lions Club Suðuroy í dag tekur felagshús okkara í Hovi í nýtslu, hava vit samtykt at heiðra ein av limum okkara við størstu altjóða viðkenningini hjá Lions, nevniliga Melvin Jones Fellowship. Henda heiður hevur bert ein annar limur í Lions Club Suðuroy fingið og var tað 1. maj 2006 tá Ejler Djurhuus fekk hesa viðurkenning

Tann limur sum í dag fær henda heiður, var ein av 19 limum, sum settu á stovn Lions Club Suðuroy tann 14. juni 1986. Av stovnarunum eru tíverri bert 6 limir eftir í dag.

Eg havi í fleiri førum lýst hendan lim, sum í dag fær hesa stóru viðurkenning, soleiðis: Nøkur eru gomul tá tey fara um fimti, meðan onnur eru ung tá tey fara um áttati.

Limurin sum vit í dag skulu heiðra er sjálvsagt Einar Larsen. Ímyndin av einum góðum lions. Er tað nakar í lionshøpi, sum livur upp til slagorðini hjá lions "We Serve" so er tað Einar. Hann hevur altíð verið ein trúgvur lionslimur, tí óansæð hvørja uppgávu Einar hevur fingið upp í hendi, so kunnu vit verða vís í, at uppgávan bleiv fullførd til lítar og altíð til tíðina.

Einar hevur nevniliga havt nógv álitisstørv í Lions Club Suðuroy. Í 3 ár var hann presidentur. Hetta vóru lionsárini 1994/95, 1995/96 og 1996/97. Alt tað eg kann minnast hevur Einar eisini verið klubbavørður. Eitt starv sum hann hevur gingið uppí við lív og sál. Vit síggja í dag, hvussu væl ognir klubbans eru varðveittar. Harumframt hevur Einar í nógv ár verið fastur limur í arbeiðsbólkinum, sum hevur staðið fyri útgávuni av Suðuroyarkalendaranum. Støðið á Suðuroyarkalendaranum kenna vit í dag. Annars kann eg ikki minnast nakað átak hjá klubbanum, har Einar ikki hevur luttikið. Eg kann bara minnast Einar standa í fremstu røð hvørja ferð. Seinasta átakið hjá klubbanum var á Seglloftinum. Eitt átak sum Einar og Jens Petur fyrimyndarliga tóku sær av.

Uttan fyri klubban, men álíkavæl í lionshøpi hevur Einar eisini havt álitisstørv. Lionsárini 2000/2001 og 2001/2002 var Einar økisskrivari og lionsárini 2002/2003 og 2003/2004 var Einar Økisformaður. Alt størv sum Einar fyrimyndarliga stýrdi við síni kønu hond. Sjálvur hevði eg tað gleði at verða økiskassameistari tey árini Einar var økisformaður.

Hvat viðvíkur húsinum í Hovi, so stendur leikluturin hjá Einar ikki eftir. Dagar og kvøld hevur hann manniliga og ótroyttiliga staðið við uppbrotnum ørmun og arbeitt og soleiðis verið ein fyrimynd hjá okkum ungu, sum hava roynt at fylgt honum eftir. Úrslitið síggja vit í dag, nú vit á fyrsta sinni halda fund í stásiliga felagshúsið okkara.

Einar, eg vóni at tú kemur at halda áframm í lionshøpi í nógv ár aftrat. Tú hevur nógvar royndir, sum vit aðrir kunnu heysta av. Royndir sum vit ikki kunnu verða fyri uttan og eg ivist onga løtu í, at gamlar leyvur bíta framvegis.

At tað fall mær í lut at handa tær henda heiður, eri eg sera takksamur fyri, tí í lionshøpi hava vit altíð verið knýttir tætt saman.

At enda vil eg siga, at sjálvdan hevur ein útnevning til Melvin Jones Fellow verði meira rættvís enn henda. Tað er eingin ivi um, at Einar livur upp til hugsjónina, sum liggur aftan fyri tankan um, at tilluta eitt Melvin Jones Fellowship. Viðurkenningin er somuleiðis ein stór tøkk fyri margfaldað avriksverk í Lions Club Suðuroy, og eg eri vísur í, at Einar ikki einans setur stóran prís uppá hesa viðurkenning, men eisini mótekur hesa viðurkenning við gleði og stoltleika.

Einar, hjartaliga til lukku.

Bent

 

Á fundi í Øravík ónskvøldið 1. mai 2006, varð á fyrsta sinni í søgu klubbans ein av limunum heiðraður við Melvin Jones Fellowship. Sjálvsagt var tað Ejler Djurhuus, sum fekk henda heiður. Í hesum sambandi helt Bent Albinus hesa røðu:

Ejler Djurhuus!

Fyri fyrstu ferð í 20 ára søgu klubbans fara vit í dag at heiðra ein av limum okkara við Melvin Jones Fellowship. At verða heiðraður við Melvin Jones Fellowship er størsti heiður, ein limur kann uppnáa í lionshøpi. Ein heiður, sum bert fáum limum verður unt.

Millum limirnar í Lions Club Suðuroy er neyvan nakar ivi um, hvør tann heiðraði í kvøld verður. Heiðurin fellur sjálvsagt á Ejler Djurhuus.

Um Ejler í Lionshøpi er ómetaliga nógv at siga, ja, uttan iva kann eg standa her líka til í morgin og tosa um alt tað góða, Ejler hevur tilført Lionsfelagskapinum, ikki bert gjøgnum  L.C.Suðuroy, men eisini sum økisformaður lionsárini 1992/93 og 1993/94.

Ejler var ein av undangongumonnunum, tá L.C. Suðuroy bleiv stovnað 14.juni 2006. Tú gjørdist sjálvskrivaður forseti klubbans tvey tey fyrstu árini , og við kønari hond tíni førdi tú klubban gjøgnum brotarsjóvarnar, sum vóru fyrstu árini. Av stovnarum klubbans eru bert 5 limir í dag: Ejler, Einar, Óli, Páll og eg sjálvur.

Í 1993 hevði okkara øki vitjan av altjóða presidentinum Coffie. Sum  øll minnast, var Ejler Økisformaður tá, og við kønu hond síni gjørdist henda vitjan ein ógloymandi vitjan fyri allar partar. Hetta er samstundis einasta ferðin ,at Føroyar hava havt vitjan av altjóða presidentinum.

Ejler, tú hevur verið og er ein sera virkin lionslimur. Ja, ein limur, sum veruliga hevur gjørt munin. Ikki eru tað nógvir fundir,  tú ikki er møttur. Mær kunnugt er tað  bert, tá tú hevur verið burturstaddur, at tú ikki hevur kunnað luttikið á fundum. Somuleiðis hevur tú altíð staðið í fremstu røð, tá ymisk tiltøk hava verið á skránni.

Í klubbanum hevur tú í nógv ár staðið á odda fyri lýsingarblaðnum. Eitt blað, sum undir tíni køni hond er komið fyri at verða.

Somuleiðis hevur tú í fleiri ár verið grannskoðari klubbans. Eitt yrki, sum tú hevur gingið uppí við lív og sál.

At tað við forsetans loyvi er fallið mær í lut at bera henda heiður fram, eri eg sera takksamur fyri. Ejler og eg eru sera væl, og hava vit seinastu nógvu árini koyrt saman til lionsfundirnar. Hetta eru koyritúrar, sum eg altíð síggi fram til, tí at hava slíkan søgufróðan mann við sær í bilinum, er ein sonn fragd.

Á heimafrontinum hevur tú somuleiðis fingið góða uppbakking frá konuni Siggu, sum eg veit, altíð hevur víst lionsarbeiðinum stóran áhuga, og harvið verið tær ein stórur og hollur stuðul í lionsarbeiðinum.

At enda vil eg ,vegna Lions Club Suðuroy, ynskja tær hjartliga tillukku við heiðurinum at verða útnevndur til Melvin Jones Fellow. Ein heiður, sum eg eri vísur í, at tú setir prís uppá og samstundis móttekur við gleði og stoltleika. Somuleiðis er tað klubbans vón, at vit í Lions Club Suðuroy koma at síggja teg í klubbanum í nógv ár aftrat.

Til allar seinast vil eg biða allar limirnar hevja cognacglasið og rópa eitt leingi livið hurrá fyri Ejler Djurhuus, við ynski um alt tað besta framyvir fyri teg og Siggu. Ejler leingi livið, hurrá.

 

 

Í blaðnum The LION nr. 1 frá septembur 2006, stóð henda grein um Ejler Djurhuus, tá hann bleiv heiðraður við Melvin Jones.

 

MJF   Ejler Djurhuus
MJF til én man lytter og ser op til.

På LC Suduroy´s klubmøde den 3. maj 2006 blev for første gang i klubbens 20 årige historie, et medlem hædret med Melvin Jones Fellowship. Denne hæder tilfaldt Ejler Djurhuus, som kort sagt har ydet en ekstraordinær indsats for LC Suduroy.

Melvin Jones Fellowship er Lions største udmærkelse og hædersbevisning. Prisen er opkaldt efter amerikaneren Melvin Jones, der i 1917 grundlagde den internationale lionsorganisation, og i dag gives prisen til medlemmer, der har ydet en lang og bemærkelsesværdig indsast i organisationen.

Ejler var med til at stifte LC Suduroy for 20 år siden og blev selvskreven præsident de første 2 år. Med Ejlers kyndige hånd førte han klubben gennem de første vanskelige år. Af klubbens stiftere er kun Ejler, Einar, Óli, Hans, Páll og undertegnede tilbage.

I lions bliver Ejler altid regnet som et 100% medlem. Et godt eksempel på et rigtigt medlem, som er meget afholdt i klubben og langt uden for klubbens grænser. Ejler er samtidig et medlem der sørger for, at lions-ånden bliver efterlevet, og at den rette kultur bliver båret videre i klubben. Mange nye medlemmer har således nydt godt af hans engagement. Ejler er også den type medlem, som giver sin mening til kende på en stilfærdig og lun måde, men hvor de andre medlemmer virkelig lytter til, hvad der bliver sagt. Ejler´s menneskelige egenskaber og faglige professionalisme er af højeste kvaliteter.

I 1992/93 og 1993/94 var Ejler zoneformand. Det var i denne periode at Færøerne fik besøg af den internationale præsident Coffie. Dette var samtidig kun anden gang og hidtil sidste gang Færøerne har haft besøg af den internationale præsident. Dette besøg blev en uforglemmelig oplevelse for alle parter.

Ejler er og har altid været et meget aktivt lionsmedlem. Et medlem som sandelig har gjort en forskel til gavn for klubben og lionsorganisationen.

Ejler har havt en imponerende mødeprocent. Samtidig har han altid deltaget aktivt i alle klubbens arrangementer. I klubben har Ejler i mange år stået i spidsen for den årlige lionsreklameavis. Samtidig har han været klubbens revisor i mange år. Alt opgaver som han har gået op i med liv og sjæl.

På hjemmefronten har Ejler fået god opbakning fra sin kone Sigga, som altid har vist lions stor interesse og dermed været Ejler en stor støtte i lions arbejdet.

At det tilfalt undertegnede at overrække Ejler Djurhuus den højeste hædersbevisning, som lions kan uddele, er mig en stor glæde. Anerkendelsen er en stor tak for en mangeårig indsats i LC Suduroy. I klubben er vi sikre på, at Ejler sætter stor pris på og modtager den med glæde og stolthed.

Hjertelig tillykke.

Bent Albinus




















 

Følg Lions