Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Jólakalendarin 2015
So kom jólakalendarin.....

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

 

Hesin stuðulin er sera týdningarmikil og kærkomin í arbeiðnum hjá okkum at hjálpa børnum, ungum og avvarðandi, sum hava mist ein av sínum nærmastu. Tað segði Ingvør Skaalum, nevndarforkvinna í felagsskapinum, Beranum, tá ið hon tók í móti eini gávu,
Berin hevur fingið frá Lions klubbanum í Suðuroy. Høvuðsendamálið hjá Beranum er at skipa fyri sorgarbólkum fyri børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin, og í Lions klubbanum í Suðuroy hava tey nú avgjørt at stuðla hesum virðismikla arbeiðnum við
eini gávu upp á 30.000 krónur.
Endamálið við arbeiðnum hjá Beranum er at gera børn, ung og onnur avvarðandi, sum hava mist ein av sínum næstringum, betur før fyri at handfara sorgina, so at tey aftur kunnu fáa eitt innihaldsríkt lív, segði Ingvør Skaalum.
Tað vóru Anna Dalsgarð og Jórun Poulsen, sum stovnaðu Beran í 2003. Tað var í eini tíð, har fleiri børn í skúlanum, har tær vóru lærarar, høvdu mist systkin ella foreldur, og har tær skjótt gjørdust greiðar yvir, at hóast skúlin hevði eina tilbúgvingarætlan fyri,
hvussu farast skuldi fram í slíkum førum, høvdu børnini brúk á nógv meiri hjálp.
-Berin hevur fyrst og fremst lagt seg eftir at skipa fyri sorgarbólkum fyri børn og ung, sum hava mist systkin ella foreldur og at stuðla, og hjálpa, teimum.
Síðani hevur Berin eisini havt sorgarbólkar fyri foreldur, sum hava mist børn, og eisini fyri vaksin, sum hava mist, tá ið tey vóru børn.
Tey, sum arbeiða í Beranum, eru eitt tvørfakligt toymi av terapeuti, námsfrøðingi, heilsufrøðingi, lærara og sálarfrøðingi.
Ingvør Skaalum staðfesti, at tað er alt annað enn lætt at fáa Beran at fóta sær fíggjarliga, tí nógv orka skal brúkast til at søkja um stuðul.
Í hesum sambandi hava tey ofta fingið at vita frá stuðlum, at hetta átti at vera ein landsuppgáva, men tann almennir stuðulin er 400.000 krónur um árið, og tað røkkur bara til eitt partíðar leiðslustarv, og tørvurin er nógvar ferðir størri enn tað, og
Ingvør Skaalum gjørdi greitt, at Berin hevði ikki hórað undan uttan stuðul frá felagsskapum sum Lions og øðrum, og í dag eru tað privatir felagsskapir, gávur frá privatum og fyritøkum, umframt almenni stuðulin, sum fíggja virksemið hjá Beranum.
Stuðulin frá privatum, fyritøkum og felagsskapum verður fyrst og fremst brúktur til sorgarbólkar, og Ingvør staðfesti, at stuðulin frá Lions í Suðuroy er sera týdningarmikil og kærkomin í arbeiðnum at hjálpa børnum, ungum og avvarðandi ígjøgnum eina stóra sorg. Nevndarforkvinnan sigur, at í fjør fekk Berin 1024 áheitanir frá avvarðandi og ymsum fakbólkum. Sum støðan er nú, eru 40 børn og ung í aldrinum úr sjey árum upp í fyrst í tjúguni knýtt at Beranum. Samstundis eru eisini eini 8-10 foreldur, sum hava mist
pinkubørn knýtt at
Beranum, og seinast tey skipaðu fyri kafékvøldi, vóru 64 ungfólk við. Samstundis vóru eini 40 fólk við, seinast Berin hevði familjuskeið.
Hesi árini, síðani Berin varð stovnaður, hava tilsamans 600 børn og ung úr øllum landinum verið knýtt at felagsskapinum. Ingvør Skaalum sigur, at ein kanning hjá felagsskapinum "Børn, Unge og Sorg", vísir, at hvørt barn og hvør ungdómur, sum er knýttur at felagsskapinum, sparir danska samfelagnum fyri 250.000 krónur. Verður tað ført yvir á føroysk viðurskifti, sparir Berin føroyska samfelagnum 10 milliónir, tí tað eru 40 børn knýtt at Beranum. - Tí er tað okkara vón, at politiski myndugleikin fer at virðismetaarbeiðið hjá Beranum og fer at bøta um korini. Samstundis er tað teirra vón, at politiski myndugleikin fer at síggja stuðulin til Beran sum eina íløgu í føroyska samfelagið og ikki bara sum ein stuðul til ein felagsskap.
Ingvør Skaalum heldur, at tað er ringt at hugsa sær, hvørja lagnu, børn og ung, sum hava mist, høvdu fingið, høvdu tey ikki havt Beran. - Men vit, sum arbeiða í Beranum, síggja ferð eftir ferð, hvussu væl arbeiðið munar, sigur hon.
- Vit kunnu eisini hugsa um, hvussu nógv av teimum, høvdu givist í miðnámsskúla, áðrenn tey vóru liðug, ella høvdu ikki fingið eina útbúgving. Hvussu nógv høvdu endað í arbeiðsloysi, hvussu nógv høvdu endað í rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu, og hvussu nógv
høvdu ikki stríðst við sálarligar
trupulleikar? spurdi hon.

 

 

image
Team Rynkebyliðið var á venjingarlegu í Suðuroy og tá steðgaðu tey á við húsið hjá Lions Klubbanum í Suðuroy. Har handaði Óli Holm frá Lions í Suðuroy, Alfred Hummeland frá føroyska Rynkebyliðnum, ein kekk upp á 50.000 krónur, sum er gáva frá Lions Klubbanum í Suðuroy til føroyska Team Rynkeby. Myndina tók Fróði Mortensen

- Krabbamein er ein sjúka, sum rakar okkum øll. Um hon ikki rakar okkum persónliga, rakar hon ein av okkara avvarðandi.Tað segði Bogi Mortensen, forseti í Lions Klubbanum í Suðuroy.
Í hesum sambandi hevur Lions Klubburin í Suðuroy nú gjørt av at stuðla føroyska Team Rynkeby liðnum við 50.000 krónum.
Peningurin, Team Rynkeby útvegar, fer óskerdur til bardagan ímóti krabbameini hjá børnum, staðfesti Bjarni Johansen í Vági, tá ið Team Rynkeby fekk gávuna handaða.
Hann er ein av teimum 50 súkklarunum sum manna føroyska Team Rynkeby liðið, sum nú fyri triðju ferð, fer at súkkla úr Danmark til París.
- Team Rynkeby hevur sama endamál sum Lions, nevniliga at útvega pening til vælgerandi endamál, segði Bjarni Johansen.
Team Rynkeby varð stovnað í 2002, tá ið eitt starvsfólk á Juice framleiðaranum, Rynkeby, var hjá lækna, og fekk staðfest, at hann hevði roykjaralungu. Í hesum sambandi fann hann upp á, at hann skuldi súkkla til París, at síggja endan á Tour de France. Tað eydnaðist honum at fáa 10 starvsfelagar við sær. Rynkeby stuðlaði ferðini og tilsamans útvegaðu tey 38.000 krónur.
Síðani hevur tað vundið upp á seg og nú er Team Rynkeby umboðað í fimm av Norðurlondunum, nevniliga Danmark, Noregi, Svørvíki, Finnlandi og í Føroyum, og tilsamans manna hesi londini 38 lið í ár. Okkurt einstakt ár hevur eisini eitt lið úr Avstralia eisini verið við, og tað nýggjasta er, at nú er eitt lið stovnað í Íslandi eisini, og teir vera við á súkkluferðini næsta ár.
Fyri trimum árum síðani varð somuleiðis eitt Rynkeby lið stovnað í Føroyum og fyrstu ferð, føroyskir súkklarar vóru við, var í 2014. Vit fóru eisini við í fjør, og aftur í ár fara 50 føroyingar at súkkla teir 1500 kilometrarnar úr Danmark til París í døgunum frá 10. juli til 16. juli.
Endamálið er útvega fíggjarligan stuðul til børn við krabbameini, og teirra avvarðandi, og allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til endamálið.
Í fjør útvegaðu øll Team Rynkeby tilsamans yvir 48 milliónir til bardagan ímóti krabbameini hjá børnum, og tilsamans hava tey útvegað slakar 143,6 milliónir, hesi 14 árini, tey higartil hava súkklað.
Í fjør útvegaði føroyska Team Rynkebyliðið heilar 945.000 krónur til Krabbameinsfelagið, og tað er áleið tað sama, sum árið fyri, ið var fyrstu ferð, føroyingar mannaðu eitt Team Rynkebylið.

 

 

 

 

 

 

 

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark