Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Jólakalendarin 2015
So kom jólakalendarin.....

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

UM LIONS.

 

Altjóða høvuðsskrivstovan hjá Lions er í Oak Broak, nær við Chicago, har alt byrjaði

BYRJANIN
Framtakssemið var lyklaorðið fyri 97 árum síðan, tá ið Melvin Jones savnaði eitt tal av handilsmonnum yviri í Ameriku fyri m.a. at víðka um sjónarringin og ganga saman við javnlíkum aðrastaðni, ikki bert fyri at skapa betri handilssamskifti, men meira fyri at betra um samfelagið. Í 1917 fekk hann so í Chicago, Illinois, sett á stovn felagsskapin Lions Club International. Hetta hendi 7. juni 1917.
Melvin Jones var tryggingarmaður, og hevði í nøkur ár verið limur í einum felagsskapi, ið bar heitið "Business Circle", ið einamest røkti og stuðlaði áhugamálum hjá limunum. Hann sá tær stóru, loyndu kreftirnar, limahópurin umboðaði. Hesar kreftir vildi hann samskipa í eina størri eind, sum skuldi gera ósjálvsøkið, mannavinarligt arbeiði í lokalum klubbum. Og hetta eydnaðist honum. Endamálið var frá byrjan at arbeiða fyri teim medmenniskjum, ið høvdu tørv á hjálp.

Melvin Jones.                                                                                                                                      

Melvin Jones varð borin í heim í Fort Thomas í Arizona í 1879 og arbeiddi sum aðalskrivari fyri Lions heilt fram til sín deyðadag í 1961.

Fullfíggjaða heiti felagsskapsins er The International Association of Lions Clubs. "Lions" er ein stytting av slagorðunum: "Liberty, Intelligence, Our Nation's Safety". Rakstrarrópið hjá Lions er sera beinrakið: "We Serve".


LIONS UM ALLAN HEIM
Lions felagsskapurin hevur síðan stovnanina í 1917 breitt seg um allan heimin, og hevur í dag umleið 1,3 milliónir limir í umleið 44.000 klubbum í umleið 200 londum ella geografiskum umráðum.
Felagsskapurin varð ikki umboðaður eystan sokallaða jarntjaldið, men eftir at jarntjaldið fall, vórðu í 1999 stovnaðir 358 klubbar við umleið 8.300 limum.
Lions er ikki hin elsti, men størsti hjálparfelagsskapurin í heiminum. 
Í 2007 bleiv Lions felagskapurin kosin heimsins besti hjálparfelagskapur av blaðnum Financial Times.                                                                           

LIONS Í FØROYUM
Í 1948 kom Lions til Europa, har fyrsti klubbin varð chartraður í Stockholm 24. mars 1948. 15. september 1950 kom Lions til Danmarkar, tá Lions Club København varð chartraður.
Lions kom til Føroyar 19. november 1966, tá Lions Club Tórshavn varð chartraður á hátíðarløtu í Kommunuskúlaaulini, har m.a. Hákun Djurhuus, løgmaður, Mogens Wahl, ríkisumboðsmaður, og Sigfred Skaale, borgarstjóri, vóru til staðar.
Tað vóru teir báðir, Absalon Eysturoy, stoypimeistari, og Zacharias Bech, snikkarameistari, ið tóku stig til at fáa stovnað ein Lions Club í Tórshavn.
16 mans undirskrivaðu charterskjalið.

LIONS KLUBBIN
Ein Lions-klubbi er skipaður sum eitt vanligt felag við nevnd og limum.
Nógvir fundir fara til skipan av komandi tiltøkum, sum ætlandi skulu útvega pening til okkurt ávíst endamál. Eisini er umráðandi, at limirnir hugna sær og hava tað stuttligt á fundunum.
Eingin kann melda seg inn í ein Lions-klubba. Limirnir verða bidnir um at koma við. Tað er umráðandi og avgerandi, at limirnir eru virknir - og at teir eru sinnaðir at nýta tíð og orku til at hjálpa øðrum.

   Flaggborgin vísir øll limalondini. Føroyska flaggið er sjálvandi
                                                    umboðað.

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark