Lions Club Suduroy



ForsķšaUm L. C. SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin Jones25 įra hald og leyvutingMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Lionsblašiš
Lżsingarblašiš boriš ķ hvųrt hśs....

>> Lęs mere



Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Myndakappingin (vinnaramyndirnar)
Vinnaramyndirnar funnar....

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



LION blašiš
Nś kanst tś lesa LION blašiš į alnótini.

>> Lęs mere



Lions į YouTube
Nś kanst tś fylgja lions-arbeišinum į YouTube

>> Lęs mere



Sušuroyarkalendarin 2014
Vakrari enn nakrantķš......

>> Lęs mere



Takkarlųn 2012
latin Levi Niclasen....

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

Minnissteinur yvir Poul F avdúkaður.

  

Vilborg Michelsen, dóttir Poul F, avdúkaði minnissteinin.

 

Nógv fólk var komið saman í Froðba seinnapartin sunnudagin 17. juni 2007, tá minnissteinur yvir skaldið Poul F. Joensen varð avdúkaður. Tað er Lions Club Suðuroy, sum hevur tikið stig til at reisa hetta minnið um eitt av okkara gitnastu skaldum. Talan er um ein stein, sum er tikin úr haganum í Sumba við vælvild frá eigarunum. Og í steinin er so sett ein andlitsmynd av skaldinum, sum er gjørd hjá Nordisk Metalkunst hjá Kalsing í Danmark. Árni Ziska, steinhøggari, hevur syrgt fyri teksti og plássinum til myndina á steininum. Økið, har steinurin stendur, hevur Trúgvi Gudmundarson, grótlaðari, laðað. Minnissteinurin stendur við sonevnda Tarvafjósið í Froðba, tætt við heimið, í Kelduni, hjá Poul F. Joensen.

Hátíðarløtan byrjaði við at Óli Holm vegna Lions Club Suðuroy flutti fram røðu, skaldinum til heiðurs, har hann endaði við seinasta ørindi úr Langtan úr Útlegd. Eftir hetta segði Vilborg Michelsen, dóttir Poul F. nøkur orð, har hon greiddi frá um persónin Poul F., soleiðis sum tey kendu hann. Vilborg avdúkaði eftir hetta minnissteinin og takkaði Lions Club Suðuroy fyri at hava tikið stig til hendan minnisvarða um pápan. Vilborg takkaði eisini Hanus G. Johansen fyri at hava gjørt pápan so livandi aftur. Tá minnissteinurin varð avdúkaður, sang Hanus G. Johansen eisini nakrar sangir, har Poul F. átti orðini og Hanus hevði sett lag til.

 Hanus G. Johansen sang nakrar sangir, har Poul F átti orðini og Hanus sjálvur løgini.

 

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark