Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

Veittur stuðul:

Síðan Lions Club Suðuroy bleiv settur á stovn hin 14. juni 1986, kann ikki sigast annað, enn at væl av stuðuli er latin. Samanlagt hevur Lions Club Suðuroy higartil stuðlað við umleið kr. 3,2 mió. Hetta er ikki smávegis, tá hugsað verður um, hvussu lítlir vit eru í samlaða høpinum.

Lions Club Suðuroy hevur stuðlað víða hvar.

Fyrsta stóra tiltakið hjá klubbanum, og kanska tað størsta nakrantíð, var í Vági á heysti 1986. Skipað bleiv fyri framsýning av modellskipum og borðbátum. Um kvøldið var kvøldseta, og aftaná var dansur. Tiltakið var sera væl vitjað, helst vóru eini 400 fólk  í ítróttarhøllini hetta kvøldið. Í sambandi við tiltakið varð eisini eitt lýsingarblað givið út. Góðar kr. 80.000,00 vóru til avlops, sum óskert fór til ístandgerð av sluppini Johannu.

Fyrsti stuðul, sum L. C. Suðuroy veitti, fór til sluppina Johanna TG 326.

 

Vit nevna her, øll tey sum Lions Club Suðuroy hevur stuðlað:

 

 

 

                      1. Sluppin Johanna TG 326.     

 

                      2. Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn.

 

                      3. Undirhúsið í Vági.

4. Undirhúsið á Tvøroyri.

5. Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag (2 ferðir).

6. Fornminnisfelagið í Hvalba.

7. Dagrøktin í Vági.

8. Ítróttarfelagið fyri brekað.

9. Skótaliðið Royndin í Vági.

10. Vágs Tónleikarafelag.

11. Grindabátarnir í Vági (2 ferðir).

12. Garðabrúgv í Vági.

13. Fornminnisfelagið í Vági.

14. Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn.

15. Minnisvarða í Sumba.

16. Rógva Johansen, súklara, Vágur.

17. Fornminnisfelagið í Porkeri (2 ferðir).

18. Orðabókina hjá Henningi Thomsen, Tórshavn.

19. Stuðulstovan í Vági.

20. Havgríms Grøv, Hovi (seinni broytt til felagið á Mýri, Hovi).

21. Bátafelagið Nadoddur, Tvøroyri.

22. Borð og húsa til slupp latin Suðuroyar Sjúkrahús.

23. Fíu H. Vang, Tvøroyri (sjúkrasystur í Gambia).

24. Lív Poulsen, Porkeri (sjúkrasystur í Gambia).

25. Sjúkrahús fyri brekað í Daugavpils í Letlandi.

26. Flateyri (skalvalop) í Íslandi.

27. Kosovo.

28. Suðavík (skalvalop) í Íslandi.

29. Nýggjársnevndin í Vági (Trýkanturin)

30. Tól til Suðuroyar Sjúkrahús (2 ferðir).

31. Bilsaks til Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag og Sløkkiliðið á Tvøroyri.

32. Jón Tórður Petersen í smb. við legu í Danmark.

33. Frítíðarfelagsskapurin "Ólastova".

34. Bygdahúsið á Rananum, Sandvík.

35. Kjarnorkurakt børn í Tjernobyl.

36. Grønlandsferð hjá familju, sum misti mann og pápa.

37. Suðuroyar Ellis- og Røktarheim (bussur).

38. Benthe Sikivat Andersen, svimjari (uttanlands á venjingarlegu).

39. Regitsa Thomsen, svimjari (uttanlands á venjingarlegu).

40. Elin Mortensen (uttanlands á dramaskeið).

41. Blindastovnurin.

42. Lions Quest (nei til rúseitur - Tvøroyrar Bio).

43. Sight First 1 (altjóða tiltak fyri blind í 3. heiminum).

44. Stóra Pakkhús.

45. Føroya Felag móti krabbameini.

46. Reyði Krossur.

47. Skapandi Spírar (Annlis Bjarkhamar).

48. VB 100 ár (vitjan av Reynir).

49. Blái Krossur Føroya.

50. Jóansøkufestivalurin á Tøroyri.

51. Jóansøkufestivalurin í Vági.

52. Minnisstein av Poul F.

53. Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn (Viðtaluhøli).

54. Hjálpargrunnurin hjá Lions.

55. Ungmennisgrunnurin hjá Lions.

56. Sight First 2 (altjóða tiltak fyri blind í 3. heiminum).

57. Barnabati.

58. Bjargingarbát til Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.

59. Bátafelagið Naddoddur, Tvøroyri, í samband við keyp av fylgibáti til optimistjollurnar.

60. Hotel Tórshavn, Keypmannahavn (til keyp av leikum).

61. Felagið á Mýri, í Hovi.

62. Suðurrás.

63. Ábøtur á spælirúm í "Sjúklingaheiminum Tórshavn" í Keypmannahavn.

64. Bina Svartá (skúli til Pepi-fólkini í Ghana). (2 ferðir)

65. Barnaheimið, Tórshavn.

66. Peter A. Jacobsen, DK-9881 Bindslev, Danmark - bókaútgáva.

67. Dagtilhaldið í Vági.

68. Haiti - hjálp eftir jarðskjáltan.

69. Vágs Sóknar Bygdasavn.

70. Felagskapurin Kris.

71. Filmur hjá Ullu B. Rasmussen.

72. Fyrilestur hjá Jógvan Fríðriksson í Høllini í Trongisvági. Evnið: At missa eitt barn.

73. Tiltakið: "Í menniskjum góður tokki" (5 ferðir - ávikavist í 2010, 2011, 2012, 2013 og 2014).

74. CTD-felagið.

75. Savnið á Mýri (til innrættan av kjallara).

76. Porkeris Fornminnafelag (Eystrum).

77. Ruth Smith Savnið, Vágur.

78. Parkin á Sandinum, Vágur.

79. Bygdahúsið í Lopra (ábøtur).

 

80. Sumbiar dansifelag (upptøkutól).

 

81. Vesturhøll í Fámjin (neyðtrappu).

 

82. Tvøroyrar Fornminnissavn (Gestastovan).

 

83. Bygdafelagið á Rananum í Sandvík (brúsirúm í bygdahúsinum).

 

84. Hvalbiar Fornminnafelag (kolasavn).

85. Ítróttarhøllin í Vági (hjartastartara).

 

86. Ítróttarhøllin í Trongisvági (hjartastartara).

 

87. Royn-høllin (hjartastartara).

 

88. Miðnámsskúlin í Hovi (hjartastartara).

 

89. Manskórið í Suðuroy.

 

90. Tvøroyrar Fimleikarafelag.

 

91. Klappijaktin í Trongisvági.

 

92. Litigaite tól til Landssjúkrahúsið (2 ferðir).

93. Brúgv í Kathmandu í Nepal.

94. Stuðul til 3 børn, sum skulu vitja sjúku móðir sína á Ríkissjúkrahúsinum.

 

95. Jólabý á Tvøroyri.

 

96. Sersúkla til fysiuterapideildina á Suðuroyar Sjúkrahús.

 

97. Ístandgerð av tarvafjósinum á Hamri í Froðba.

 

98. Busta av Ruth Smith.

 

99. Felagið Thorshavn.

 

100. Stuðul til børn, sum skulu uttanlands at vitja sjúka pápa sín á jólum.

 

101. Lions Club Tindur - Skarvanes.

102. Stuðul til familju, sum í mánaðir skulu verða uttanlands við sjúkum barni.

103. Stuðul til familju, sum í umleið 2 ár skulu verða uttanlands við sjúkum barni.


104. Stuðul til eina lyft á einum barnaheimi í Georgia.

 

105. Jómsvíkingar í Vági (Uttanlandsferð hjá dansiungdómi).

 

106. Sumbiar Dansifelag (Uttanlandsferð hjá dansiungdómi).

 

107. Filmur um Lítla Dímun.

 

108. Sluppin Johanna TG 326 (125 ár).

109. Stuðul til barn, sum skal vitja síni nærmastu á Ríkissjúkrahúsinum.

 

110. Dánjal Martin Hofgaard. (HM í inniróðri í Boston).

 

111. Fountain House, Tórshavn.

 

112. Hjálp til jarðskjáltarakta Nepal.

 

113. Pálshøll (Sjónvarp), Vágur.

 

114. Berin, Tórshavn.

 

115. Karin Strøm. Stuðul til útbúgving og undirvísingartilfarð í smb. við børn frá hjúnaðarskilnaði.

 

116. Føroya Fólkaháskúli (vindeygu).

 

117. Team Rynkeby.

 

118. Sjónvarp til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim (90 ára føðingardagsgáva til Ejler Djurhuus).

 

119. Stuðul til Petur & Onnu Joensen, sum skulu verða í DK í 1 ár við sjúkum barni.

 

120. Stuðul til Róa og Katrin Einarsson, sum skulu til Finlands á listastevnu.

 

121. Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn (Myrkaleggingargardinur).

 

122. Ringrás - Ruddað Botnsmýrar.

 

123. Pakkhús 5 hjá T. F. Thomsen. Myndir av sluppuni Albert.

 


 

 

 


 

 

 

 

 

 

 

 

 



 

 

 

 

 

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark