Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

Stuðulshandanir

Á lítlar samkomu á Suðuroyar Sjúkrahús fríggjadagin 8. mars 2013
handaði Lions Club Suðuroy, Suðuroyar Sjúkrahúsi ein kekk upp á
kr. 12.000,00, sum er brúktur til at útvega sjúkrahúsinum eina serliga
framkomna súkklu.

Talan er um eina súkklu, sum bæði verður brúkt til førleikamennandi
endurvenjingar í sambandi við ymsar sjúkur og til at stimbra og mýkja liðir
og vøddar hjá fólki, sum hava tørv á tí av ymsum orsøkum.

Talan er um eina súkklu, ið nevnist Reck Motomed Viva2 Parkinson súkkla

Vanliga verður hon bara nevnd ein parkinson- súkkla og í tí liggur, at hon er
serstakliga vælhóskandi til sjúklingar til Parkinson.

Tað patenta við hesi súkkluni er, at hon hevur motor og kann bæði stillast til
at sjúklingurin súkklar við egnari megi. Men hon kann eisini stillast til at
súkkla fyri sjúklingin, so at hann bara fylgir við, sigur Sára Danielsen,
fysioterapeutur á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

- Eitt dømi er, at súkklan kann stillast at súkkla við 90 snúningum um
minuttin og tað er tað, sum skal til at tað frígevur dopamin, sum er tað evni,
parkinsonsjúklingar mangla

- Úrslitið av slíkari venjing er sostatt, at gongulagið hjá sjúklingar við
parkinson verður stimbrað, umframt at allur kropsbygnaður batnar.

Men sjúklingar við gikt, hava eisini stórt gagn av venjing á hesi súkkluni.

- Sjúklingar, sum hava havt heilabløðing og eru viknaðir í aðrari síðuni,
kunnu stilla súkkluna at skráseta, hvussu nógva styrki hann brúkar í sjúku
síðuni og teirri røsku síðuni sigur Sára Danielsen, sum leggur afturat, at
súkklan skrásetir eisini spasmur.


 

 

 

------------------------------------------------------------------------------------------------

 

 

Á fundi í Hovi 3. oktobur 2012, bleiv gáva frá vinaklubba okkara í Húsavík

í Íslandi handa bjargingarfeløgunum í Suðuroynni.

 

Eftir ódnirnar sum leikaðu síðsta vetur, hvar tildømis eldrabýlið á Tvøroyri

og onnur hús rivu, ringdi presidenturin fyri Lions Húsavík í Íslandi og
boðaði frá, at teirra klubbi vildi vera
við til at stuðla teimum, sum so

manniliga høvdu lagt nógv fyri, at bjarga fólki í hesi odn.

 

Tosað bleiv aftur og fram og teir mettu so, at stuðulin hevði verið bestur,
um bjargingar
feløgini í oynni fingu henda styrk.

Tá so Lions Club Suðuroy vóru bodnir ein túr yvir á eysturlandið í heyst,

fingu vit handa kr. 5.000,00, til at bera heim til bjargingarfeløgini í oynni.

 

Skrivari okkara Hans í Líðini legði fyri og greiddi frá Lions Club
Húsavík og hví hesir vildu stuðla bjargingarfeløgunum í
Suðuroynni.
 


Hans í Líðini handaði síðan formanninum í Suðuroyar Sunnara
Bjargingarfelag, Niels Petur Midjord, kekk og skreytblað frá
Lions Club Húsavík.


Hans handaði síðan formanninum fyri Suðuroyar Norðara
Bjargingarfelag, Claus Olsen, kekk og skreytblað frá lions
Club Húsavík.


Niels Petur Midjord takkaði hjartaliga fyri stuðulin og greiddi
somuleiðis frá virksemi felsgsins.


Claus Olsen takki somuleiðis fyri stuðulin og greiddi frá virk-
seminum hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.

--------------------------------------------------------------------------------------------------

Á lítlari samkomu í Hovi ónskvøldið 9. mai 2012, handaði forseti klubbans
Martin í Nesi umboð fyri klappjaktini í Trongisvági ein kekk uppá
kr. 10.000,00. Upphæddin skal nýtast til gerð av minnissteini í samband
við at klappjaktin fyllir 120 ár.

Umboð fyri klappjaktina í Trongisvági Hallur Jacobsen
og Jens Rói Sørensen taka ímóti kekkinum frá Martin í
Nesi.

---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

  
Mortan Holm frá Lions Club Suðuroy, hevur handað Dagtil-
haldinum í Vági eitt sjónvarp.

--------------------------------------------------------------------------------------------- 

Lions Club Suðuroy skipaði fyri kvøldsetu á Seglloftinum á Tvøroyri, fríggjakvøldið 27.mars 2009.
Byrjað varð kl. 19:00, tá X-faktor finalan bleiv sýnd á stórskýggja. Kl. 20:00 fór Bina Svartá at
greiða frá stórslignu verkætlanini við pepi-fólkunum í Ghana. Annars var nógv annað gott á
skránni m.a. Matthias Lassen, Ólavur Rasmussen og Hans Jørgensen søgdu frá ymiskum áhuga-
verdum, eins og Theodor Petersen og Jens Eli Ellefsen og vinmenn ríkaðu kvøldið við góðum
sangi.

Peningurin sum kom inn, kr. 10.000,00, frá kvøldset-
uni fór óskerdur til
arbeiðið hjá Binu Svartá, at byggja
skúla til pepi-fólkini í Ghana.

----------------------------------------------------------------------------------------------------------

Á lionsfundi í Øravík ónskvøldið 7. januar 2009, fekk Porkeris Forminnafelag, handað peningagávu upp á kr. 15.000,00, frá Lions Club Suðuroy.
Upphæddin er oyramerkt til ístandgerð av elligamla húsinum í Eystrum í Porkeri.
Tað var ein vælnøgdur Mortan Holm, sum vegna Porkeris Fornminnafelag, tók í móti peningagávuni og takkaði hann hjartaliga fyri
hesa stórfingnu pengagávu.

Mortan D. Holm frá Porkeris Fornminnafelag,
fær handa pengagávu frá formanninum í
Lions Club Suðuroy, Bent Albinus.

_______________________________________

Á lítlari samkomu í Hovi leygarkvøldið 15. novembur 2008, fekk felagið á Mýri, handað peningagávu upp á kr. 15.000,00, frá lions Club Suðuroy.
Upphæddin er oyramerkt til tað megnar arbeiðið, sum felagið á Mýru hevur gjørt og hevur ætlanin um at gera í heimbygdini Hovi.


Mortan D. Holm frá Lions Club Suðuroy, handar umboðum
frá felagnum á Mýru, Finnbjørn Hovsgarð og Niels Hammer,
kekk áljóðandi kr. 15.000,00.

Húsið á Mýri sum er gamli handilin í bygdini. Í dag eitt
livandi savn.

Rákið og siðsøguliga tíðarskeiðið úr farnu øld møtir tær beinleiðis í
umhvørvinum á Mýri og vil verða við til at kveikja og birta undir
samleikakensluna í okkara samtíð.
 

------------------------------------------------------------------------------------

Á lítlari samkomu í bygdaráðshúsinum í Sumba, tórsdagin 6. novembur 2008. kl. 17:00, fekk Hotel Tórshavn, í Keypmannahavn, handað peningagávu upp á kr. 10.000,00. frá lions Club Suðuroy.
Upphæddin er oyramerkt til keyp av leikum til børnini, sum gista á hotellinum.

Forsetin hjá Lions Club Suðuroy, Bent Albinus, handar fyristøðu-
kvinnuni á Hotel Tórshavn, Annu Mariu Poulsen, sum er ætta úr
Sumba, kekkin áljóðandi kr. 10.000,00, til keyp av leikum.

-------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

 

Á samkomu í Vági ónskvøldið 7. maj 2008, fekk Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag handað peningagávu upp á kr. 50.000,00 frá Lions Club Suðuroy.
Upphæddin er oyramerkt til keyp av nýggjum bjargingarbáti og útgerð
.

Forsetin hjá Lions Club Suðuroy, Bent Albinus, handar umboðum

fyri Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, Signar Olsen og Trúgvi

Guðmundarsson, kekkin áljóðandi kr. 50.000,00.

 

 

---------------------------------------------------------------------------------------------

 

Á samkomu í Vági ónskvøldið 9. januar 2008, fekk Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn handað peningagávu upp á kr. 32.000,00. Upphæddin er oyramerkt til ístandgerð av viðtaluhølinum í gamla doktarahúsinum frá 1852. Sjálvt viðtaluhølið er uppí bygt seinni, nevniliga í umleið 1881 -1882.
Spennandi verður at síggja fyrstu viðtaluhølini í Suðuroy við teirri gomlu útsjóndini, tá ið tað verður liðugt einaferð í summar. Savnið er so væl fyri, at tey hava fingið hendur á stórum parti av læknaamboðunum hjá Nygaard, lækna,frá 1933.

  

Einar Larsen flytir fram takkarrøðu.

 

---------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

 

 

 

 

 

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark