Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Jólakalendarin 2015
So kom jólakalendarin.....

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

Felagshúsið liðugt.

    Soleiðis sá húsið út tá tað bleiv keypt.

 

         

Soleiðis sá húsið út tá liðugt var.

 

Soleiðis sær húsið út í dag. Lions-litirnir eru komnir til sín rætt.

 

 

Endiliga upprann dagurin tá felagshús okkara í Hovi gjørdist liðugt. Í sløk 3 ár hava limir felagsins arbeitt uppá húsið. Úrslitið í dag er ikki annað enn at fegnast um, tí bæði innan og uttan er gjørt eitt megnararbeiðið og stásilig síggja tey út.

Stuttligt hevur verið at síggja, hvussu hugaligir limirnir hava verið. Alt innan er gjørt av nýggjum. Húsini er klødd við timbri og nýggj plastvindeygu eru ísett.

120 tons av mold og gróti er brekka úr kjallaranum og síðan er kjallarin steinsettur við 25 tonsum av klípum og síðan er stoypt uppí veggirnar og til seinast er gólvið stoypt. Al hetta var drúgført og ikki minst hart arbeiðið.

 

Tórskvøldið 7. mai 2009 kl. 20:00 var fyrsti fundurin í nýggja felagshúsinum. Vónandi kemur nýggja stásiliga felagshúsið at viðvirka til, at karmarnir hjá Lions Club Suðuroy gerast betri at virka undir. Hetta skuldi alt annað líka sæst aftur í nærumhvørvinum.

 

Síðan hevur verið arbeitt við liðugtgerð av kjallaranum. Málið var, at hesin skal verða liðugur til 25 ára hald felagsins. Allir limir hava allan veturin havt sína næstan dagligu gongd í húsinum. Úrslitið gjørdist, at kjallarin og parkeringsøkið gjørdist liðugt til 25 ára hald felagsins leygardagin 28. mai 2011.

Úrslitið er fantastiskt. Neyvan nakar annar lionsklubbi hevur betur hølisviðurskiftir enn Lions Club Suðuroy.

 

 

Soleiðis sær húsið út innan:

 

         

 

 Vestari endi av salinum.                                     Eystari endi av salinum.

 

 

       

 

Landnyrðingshornið av salinum.                         Partur av køkinum

 

 

  Eitt av tveimum kømrum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark