Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Jólakalendarin 2015
So kom jólakalendarin.....

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

Melvin Jones Fellowship

Á fyrsta fundinum í nýggja felagshúsinum í Hovi, tórskvøldið 7. mai 2009 kl. 20:00, varð á øðrum sinni í søgu klubbans, ein av limunum heiðraður við Melvin Jones Fellowship. Sjálvsagt var tað hesaferð Einar Larsen, sum fekk henda heiður. Í hesum sambandi helt Bent Albinus, presidentur, hesa røðu:

 

                                             
                                                    Bent Albinus, presidentur, handar Einar Larsen, 
                                                    heiðursbrævið uppá Melvin Jones Fellowship.

                                                                       

Einar Larsen!         

Í samband við at Lions Club Suðuroy í dag tekur felagshús okkara í Hovi í nýtslu, hava vit samtykt at heiðra ein av limum okkara við størstu altjóða viðkenningini hjá Lions, nevniliga Melvin Jones Fellowship. Henda heiður hevur bert ein annar limur í Lions Club Suðuroy fingið og var tað 1. maj 2006 tá Ejler Djurhuus fekk hesa viðurkenning

Tann limur sum í dag fær henda heiður, var ein av 19 limum, sum settu á stovn Lions Club Suðuroy tann 14. juni 1986. Av stovnarunum eru tíverri bert 6 limir eftir í dag.

Eg havi í fleiri førum lýst hendan lim, sum í dag fær hesa stóru viðurkenning, soleiðis: Nøkur eru gomul tá tey fara um fimti, meðan onnur eru ung tá tey fara um áttati.

Limurin sum vit í dag skulu heiðra er sjálvsagt Einar Larsen. Ímyndin av einum góðum lions. Er tað nakar í lionshøpi, sum livur upp til slagorðini hjá lions "We Serve" so er tað Einar. Hann hevur altíð verið ein trúgvur lionslimur, tí óansæð hvørja uppgávu Einar hevur fingið upp í hendi, so kunnu vit verða vís í, at uppgávan bleiv fullførd til lítar og altíð til tíðina.

Einar hevur nevniliga havt nógv álitisstørv í Lions Club Suðuroy. Í 3 ár var hann presidentur. Hetta vóru lionsárini 1994/95, 1995/96 og 1996/97. Alt tað eg kann minnast hevur Einar eisini verið klubbavørður. Eitt starv sum hann hevur gingið uppí við lív og sál. Vit síggja í dag, hvussu væl ognir klubbans eru varðveittar. Harumframt hevur Einar í nógv ár verið fastur limur í arbeiðsbólkinum, sum hevur staðið fyri útgávuni av Suðuroyarkalendaranum. Støðið á Suðuroyarkalendaranum kenna vit í dag. Annars kann eg ikki minnast nakað átak hjá klubbanum, har Einar ikki hevur luttikið. Eg kann bara minnast Einar standa í fremstu røð hvørja ferð. Seinasta átakið hjá klubbanum var á Seglloftinum. Eitt átak sum Einar og Jens Petur fyrimyndarliga tóku sær av.

Uttan fyri klubban, men álíkavæl í lionshøpi hevur Einar eisini havt álitisstørv. Lionsárini 2000/2001 og 2001/2002 var Einar økisskrivari og lionsárini 2002/2003 og 2003/2004 var Einar Økisformaður. Alt størv sum Einar fyrimyndarliga stýrdi við síni kønu hond. Sjálvur hevði eg tað gleði at verða økiskassameistari tey árini Einar var økisformaður.

Hvat viðvíkur húsinum í Hovi, so stendur leikluturin hjá Einar ikki eftir. Dagar og kvøld hevur hann manniliga og ótroyttiliga staðið við uppbrotnum ørmun og arbeitt og soleiðis verið ein fyrimynd hjá okkum ungu, sum hava roynt at fylgt honum eftir. Úrslitið síggja vit í dag, nú vit á fyrsta sinni halda fund í stásiliga felagshúsið okkara.

Einar, eg vóni at tú kemur at halda áframm í lionshøpi í nógv ár aftrat. Tú hevur nógvar royndir, sum vit aðrir kunnu heysta av. Royndir sum vit ikki kunnu verða fyri uttan og eg ivist onga løtu í, at gamlar leyvur bíta framvegis.

At tað fall mær í lut at handa tær henda heiður, eri eg sera takksamur fyri, tí í lionshøpi hava vit altíð verið knýttir tætt saman.

At enda vil eg siga, at sjálvdan hevur ein útnevning til Melvin Jones Fellow verði meira rættvís enn henda. Tað er eingin ivi um, at Einar livur upp til hugsjónina, sum liggur aftan fyri tankan um, at tilluta eitt Melvin Jones Fellowship. Viðurkenningin er somuleiðis ein stór tøkk fyri margfaldað avriksverk í Lions Club Suðuroy, og eg eri vísur í, at Einar ikki einans setur stóran prís uppá hesa viðurkenning, men eisini mótekur hesa viðurkenning við gleði og stoltleika.

Einar, hjartaliga til lukku.

Bent

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark