Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Jólakalendarin 2015
So kom jólakalendarin.....

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

Jólakalendarin 2015

 

       
 

Hetta er sjeyndu ferð, at Lions Club Suðuroy gevur út ein jólakalendara.

Prentaðir eru íalt 2000 eintøk.

Kalendarin er ein sokallaður skavikalendari við alskins vinningum, fyri eitt virðið samanlagt uppá kr. 50.000,00. Vinningarnir eru m.a. spælihús, súkla, hópin av gávukortum, reiggjustativ, gummibátar, bowling umframt aðrir vinningar. Vinningar eru til allar 24 lúkurnar.

Kostnaðurin fyri kalendaran er kr. 100,00 og verður selt hús úr húsi og til fyritøkurí Suðuroy. 

Tað er okkara vón, at kalendarin verður væl mótikin millum manna.

Ágóðin fer til "Beran".
 

 


 

 

Jólakalendarin 2014

 

 

      

Á sætta sinni gevur Lions Club Suðuroy út ein jólakalendara.

Aftur í ár er kalendarin gjørdur í samstarvi við "Í menniskjum góður tokki". Prentaðir eru íalt 6000 eintøk og eru tað Lions Club Suðuroy saman við "Í menniskjum góður tokki" sum standa fyri søluni.

Kalendarin er ein sokallaður skavikalendari við alskins vinningum, fyri eitt virðið samanlagt uppá kr. 100.000,00. Vinningarnir eru m.a. uttanlandsferð til Malorca fyri 2 vaksin og 2 børn, gávukort, trampolinir, súklur, umframt aðrir vinningar. Vinningar eru til allar 24 lúkurnar.

Kostnaðurin fyri kalendaran er kr. 100,00 og verður selt hús úr húsi og til fyritøkur. 

Tað er okkara vón, at kalendarin verður væl mótikin millum manna.

Ágóðin fer til "Í menniskjum góður tokki".
 

 

 

Jólakalendarin 2013 

Á fimta sinni gevur Lions Club Suðuroy út ein jólakalendara.

Aftur í ár er kalendarin gjørdur í samstarvi við "Í menniskjum góður tokki". Prentaðir eru íalt 6000 eintøk og eru tað Lions Club Suðuroy, Lions Club Eysturoy og Lions Club Liljan saman við "Í menniskjum góður tokki" sum standa fyri søluni.

Kalendarin er ein sokallaður skavikalendari við alskins vinningum, fyri eitt virðið samanlagt uppá kr. 92.000,00. Vinningarnir eru m.a.  uttanlandsferð til Disneyland í París fyri 2 vaksin og 2 børn, teldur, Ipaddar, barnasúklur, bjóða 10 av tínum vinum til bowling við mati o.ø. umframt aðrir vinningar.

Kostnaðurin fyri kalendaran er kr. 100,00 og verður selt hús úr húsi og til fyritøkur. 

Tað er okkara vón, at kalendarin verður væl mótikin millum manna.

Ágóðin fer til "Í menniskjum góður tokki".
 

  
Forsíða

 

 

Jólakalendarin 2012

 

Á fjórða sinni gevur Lions Club Suðuroy út ein jólakalendara.

Í ár er kalendarin gjørdur í samstarvi við "Í menniskjum góður tokki". Prentaðir eru íalt 2500 eintøk og eru tað lionslimir sjálvir sum standa fyri søluni.

Kalendarin er ein sokallaður skavikalendari við alskins vinningum, fyri eitt virðið samanlagt uppá umleið 50.000,00. Vinningarnir eru m.a.  uttanlandsferð til Lalandia í Danmark fyri 2 vaksin og 2 børn, telda, Ipad, keypa fyri kr. 5.000,00 í leikum og klæðum frá Torginum, bjóða 10 av tínum vinum til bowling við mati o.ø. umframt aðrir vinningar.

Kostnaðurin fyri kalendaran er kr. 100,00 og verðru selt hús úr húsi og til fyritøkur.

Allur ágóðin fer til "Í menniskjum góður tokki".


 

Vónandi verður væl tikið ímóti kalendaranum.

 

 

 

Jólakalendarin 2011

Á triða sinni gevur Lions Club Suðuroy út ein jólakalendara.
Gingið verður í hvørt hús í oynni at selja og eru tað næmingar frá Miðnámsskúlanum í Hovi sum í ár selja kalendaran.

 

Í lúkunum er møguleiki at vinna, um tú ert so heppin at fáa eitt ávíst tal av jólatrøum. Vinningarnir eru m.a. fyri kr. 10.000,00 í olju og ein Ipad.

 

Kostnaðurin er kr. 100,00 og fer ágóðin til góðgerandi endamál í Suðuroy.

 

Útgávan av jólakalendaranum verður eitt afturvendandi tiltak.

 

   
forsíðan                                                    baksíðan

 

 

Jólakalendarin 2010

 

Á øðrum sinni gevur Lions Club Suðuroy út ein jólakalendara. Jólakalendarin er hesaferð meira barnavinarligur í útsjónd enn undanfarin ár. 

 

Gingið verður í hvørt hús í oynni at selja og verða tað ítróttarfólk og aðrir ungdómar sum selja.

 

Í lúkunum er møguleiki at vinna, um tú ert so heppin at fáa eitt ávíst tal av jólatrøum. Vinningarnir eru m.a. fartelda og fartelefon.

 

Kostnaðurin er kr. 100,00 og fer ágóðin til góðgerandi endamál í Suðuroy.

 

Útgávan av jólakalendaranum verður eitt afturvendandi tiltak.

 

         

 

 

 

Jólakalendarin 2009

 

Á fyrsta sinni gevur Lions Club Suðuroy út ein jólakalendara. Jólakalendarin er teknaður av Poul Olsen og ímyndar Tvøroyri frá gamlari tíð. Ikki kann sigast annað enn, at jólakalendarin er sera vakur og kemur vónandi at hanga í hvørjum húsi í Suðuroynni.

Í hvørjari lúku er møguleiki fyri at vinna eitthvørt eittnú fartelefon, fartelda og nógv annað áhugavert til barnsligar sálir.

Jólakalendarin er gjørdur soleiðis, at ein sær beinanvegin um ein hevur vunnið.

 

Sølan fer fram á tann hátt, at næmingar frá miðnámsskúlanum í Hovi fara hús úr húsi at selja um miðan novembur mánaða. Tað er okkara vón at kalendarin verður væl móttikin.

Jólakalendarin kann eisini umbiðast frá Lions Club Suðuroy.

 

Kostnaðurin er kr. 100,00 og fer ágóðin til góðgerandi endamál í Suðuroy. 

 

Lions Club Suðuroy hevur samtykt, at útgávan av jólakalendaranum verður eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári.

 

 

    forsíðan

 

 

 

    baksíðan

                                                             Baksíða

 

   
 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark