Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Jólakalendarin 2015
So kom jólakalendarin.....

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

25 ára haldið.


Tann 14. juni 1986, bleiv Lions Club Suðuroy settur á stovn. Sostatt verður klubburin 25 ár í ár. Dagurin verður hátíðarhildin við veitslu fyri innbodnum á Hotel Øravík leygarkvøldið 28. mai 2011, kl. 20:00.

Lions club Suðuroy hevur samtykt at lata samanlagt kr. 250.000,00 til góðgerandi endamál í Suðuroynni. Upphædd alt eftir fólkatalinum verður latin hvørjari bygd í oynni.

Í samband við handanina bleiv henda ætlan gjørd:

Stuðulshandan

Allir limir møta í felagshúsinum í Hovi Dýra Biðidag 20. mai 2011 kl. 12:45 stundisliga.

Bussurin byrjar at koyra kl. 12:55 frá felagshúsinum.

Fyrsta handanin verður í Hovi kl. 13:00 har Martin í Nesi handar Savninum á Mýri kr. 10.000,00 til innrættan av kjallara. Handanin verður við kirkjuna.

Síðan verður koyrt til Miðnámsskúlan, har vit koma kl. 13:20. Fróði Mortensen handar skúlanum hjartastartara.

Til Porkeri koma vit kl. 13:50, har Einar Larsen handar Porkeris Fornminnafelag kr. 15.000,00 til liðugtgerð av Eystrum. Handanin verður í Skemmutúni.

Til Vágs koma vit kl. 14:25, har Arni Nielsen handar Frítíðarfelagnum " Parkin á Sandinum" kr. 50.000,00. Ruth Smith Savnið kr. 10.000,00 og varðveitsla av grindabátunum kr. 10.000,00.
Somuleiðis handar Fróði Mortensen, Vágs Høll, ein hjartastartara.

Handaninar verða á parkeringsøkinum á gamla skúlalagnum.

Til Lopra koma vit kl. 15:25, har Hans J Joensen handar bygdarhúsinum kr. 10.000,00 til ábøtur á hitaketil og oljufýr. Handanin verður við sparkivøllin.

Til Sumbiar koma vit kl. 16:00, har Bent Albinus handar Sumbiar dansifelag kr. 15.000,00 til keyp av upptøkutóli, til at taka føroyska dansin uppá band. Handanin verður í Billhústúni.

Til Fámjins koma vit kl. 16:55, har Mortan Holm handar bygdahúsinum Vesturhøll kr. 10.000,00 til keyp av neyðtrappu. Handanin verður við Vesturhøll.

Á Tvøroyri koma vit kl. 17:40, har Jens Petur Brattalíð handar Tvøroyrar Bygda- og sjóvinnusavn kr. 70.000,00 til keyp og ábøtur á elsta húsinum á Tvøroyri - Gestastovan.
Somuleiðis handar Fróði Mortensen, Ítróttarhøllini í Trongisvági, ein hjartastartara.
Handaninar verða á parkeringsøkinum eystanfyri Bónus.

Í Sandvík koma vit kl. 18:35, har Eli Poulsen handar bygdarfelagnum á Rananum kr. 10.000,00 til gerð av brúsirúmi. Handanin verður við minnisvarðan av Sigmundi Brestursyni.

Í Hvalba verða vit kl. 19:10, har Óli Holm handar Hvalbiar Sóknar fornminna- og framtíðarfelag kr. 40.000,00 til gerð av kolasavni.
Somuleiðis handar Fróði Mortensen, Roynhøllini, ein hjartastartara.
Handaninar verða á parkeringsøkinum við Royn-høllina.

 

Í samband við handan av kekki til Savnið á Mýri í Hovi, helt Martin í Nesi hesa røðu:

Nú Lions Club Suðuroy fyllir 25 ár 14. juni, koyra okur runt í Suðuroynni, bygd úr bygd og handa gávur til vælgerðandi endamál. Her í Hovi er peningurin játtaður til Savnið á Mýru.
Byrjað verður í Hovi, tí Hov er okra samlingsstað. Tað var í 2006 at okur keyptu húsini í Trøðini og 7. mai 2009 fluttu okur inn. Alt sjálvboði arbeiðið og hevur hetta styrkt lions øgiliga nógv.
Áðrenn húsið í Hovi bleiv keypt, varð einki fast samlingsstað. Okur vóru í Øravík og Pakkhúsinum í Vági.
Í lions tosa okur um, hvat okur skulu stuðla og taka vit ímóti góðum hugskotum. Í hesum sambandi bleiv ta til alla Suðuroynna.
Okur hava limir úr allari oynni uttan Hovi?
Hetta er fyrstu ferð eg handi eina gávu frá lions, men vóni ikki tað verður tann seinasta.
Tá okur byrja aftur tað nýggja lionsárið, verið eg presidentur.
Við hesum vil eg handa henda kekk til Finnbjørn Hovsgarð umboð fyri Savnið á Mýru.

Martin í Nesi


Martin í Nesi handar Finnbjørn Hovsgarð, umboð fyri Savnið á Mýri, kekk
kr. 10.000,00 til liðugtgerð av kjallaranum.

 

Í samband við handan av kekki til Porkeris Fornminnafelag, helt Einar Larsen hesa røðu:

Góðu porkeningar og Porkeris Fornminnafelag!

Lionsklubbur hevur júst í hesum døgum verið í Suðuroy í 25 ár.
Fleiri lionsklubbar vóru í Føroyum um tað mundi, tá nakrir mans ymsa staðni úr Suðuroy tóku seg saman, fyri at Suðuroyggin eisini kundi verða við í hesum høpi. Tá ringt varð runt at fregnast, um menn høvdu hug at vera við í einum slíkum felagskapi, tók tað ikki langa tíð, at fáa menn áhugaðar í hesum tiltaki. At tað var ein felagskapur, ið var so víðfevndur og so væl organiseraður, bæði í Amerika og Europa, og at hesin felagskapur var ein stórur nærmast altjóða hjálparstovnur, komu okur skjótt at kenna, og komu eisini at dáma felagskapin.

Umframt at veita ymiskan stuðul til neyðstødd fólk úti í fátøkum pørtum í heiminum, eins og hesin stóri lions felagskapur eisini hevur veitt góða hjálp til fólk, har náttúruvannlukkur hava leika í, so er eisini skipað fyri, at tað ber til at stuðla á heimavølli. Tað hevur verið gjørt við ymiskum tiltøkum í Føroyum. Men fyri Lions Club Suðuroy hevur verið mest stuðla við ymiskum tiltøkum her í oynni. Helst kann sigast, at lokali stuðulin hevur verið til ymisk mentanartiltøk og stuðul til áhugamál við samfelags týdningi.

Fyrsti lokali stuðulin Lions Club Suðuroy lat, var til megnartiltakið Johanna TG 326, meðan hon var riggað til tað skip hon er í dag. Síðan hava okur hesi farnu 25 árini stuðla hópin av ymsum tiltøkum í oynni.

Nú 25 ára haldið er beint fyri framman, er lagt upp til, at lata ein stuðul í hvørjari bygd í oynni. Tá talan var um, hvat tiltak  L C Suðuroy kann stuðla í Porkeri, varð nokk so skjótt gjørt av, at Porkeris Fornminnafelag hevur gjørt eitt megnararbeiðið við sínum bygdasavni, og ikki bara tað, men eisini er farið undir at umvæla og varðveita gamla bústaðin í EYSTRUM. Tað er onki at taka seg aftur í, at yngri bústaðurin frá umleið 1840 og eldri bústaðurin kanska frá miðøldini, verða sannar perlur í Suðuroyar søgu, tá hetta fornminnisarbeiðið er liðugt.

Fyri at stuðla tykkum í hesum vala tiltaki, hevur Lions Club Suðuroy gjørt av, at stuðla fornminnafelagnum við kr. 15.000,00 oyramerkt til tiltakið í Eystrum.

Vegna lionsklubban fari je at ynskja tykkum allarbestu eydnu við hesi spennandi uppgávu, og handa tykum hendan kekk. Gerið so væl.

Einar Larsen


Einar Larsen handar Zacharias Bech, umboð fyri Porkeris Fornminnafelag,
kekk kr. 15.000,00 til ábøtur á Eystrum.


 

Í samband við handan av kekki til Ruth Smith savnið, helt Mortan Holm hesa røðu:

Góðu vágbingar!

Lions Klub Suðuroy bjóðar tykkum vælkomin til hesa handanina av gávu til Ruth Smith savnið.

Fyrst nøkur orð um Lions yvir høvur.
Felagskapurin varð stovnaður i USA i 1917, tað var tryggingarmaðurin Melvin Jones, sum saman við nøkrum samhugaðum monnum stovnaði felagskapin 7 juni 1917 og hendi hetta i Chicago i statinum illinois. Siðani breiddi felagsskapurin seg runt allan heim, og hevur í dag um 1, 3 milliónir limir i 44.000 klubbum.
Lions kom til Norðurlond i 1948 og varð fyrsti klubbur stovnaður  í  Stockholmi 24. marts 1948.
Í september 1950 kom so fyrsti lions klubbur til Danmark.
Í 1966 tóku Absalon Eysturoy  og Zacharias Bech stig til at stovna lions í føroyum og hendi hetta 19. november 1966 .

Lions Suðuroy varð stovnað  14 juni 1986 og vóru tað 19 mans úr allari Suðuroy som vóru stovnarar.
Síðan Lions Suðuroy  varð stovnaður hevur klubbin givið 2, 5 milliónir til vælgevandi endamál, helst her i oynni.

Til seinast kan eg siga eina stuttliga søgu um ein av málningunum sum hengur á savninum. Henda søgan er nokk ikki kend. Tað er um myndina av einari ungari gentu, sum situr og mjólkar eini kúgv. Gentan er Ruth Djurhuus, systkinnabarn Ruth Smith. Ruth Djurhuus giftist við Pola Nolsøe, við Krosslið i Vági.
Einaferð hon situr og mjólkar, kemur  Ruth Smith inn í fjósi, hyggur eina løtu meðan hon mjólkar spyr so, um hon kundi mála hana meðan hon mjólkar. Ruth sigur, at hon mátti spyrja pápa sín ( Hans Djurhuus) um loyvið fyrst. Hon so gjørdi og  fekk játtandi svar. Knappliga kemur Hans í tankar um leypin, sum stóð í fjósinum og at hann manglaði eina rim. Hann út eftir leypinum, setti nýggja rim í og snøðgaði hann upp.
Seinri kemur so Ruth Smith at mála og sær hon, at leypurin ikki var í sama standi sum seinast hon sáð hann. Hon gjørdist heilt frá sær sjálvari um, at hann hevði oyðilagt málningin, tí hon hevði tann gamla leypin í høvdinum. Ja soleiðis kundi hon eisini verða.

Takk fyri at tít lurtaði eftir.

Mortan Holm 


Mortan Holm handar Maud Benjardøgg, umboð fyri Ruth Smith savnið,
kekk kr. 10.000,00.

 

Í samband við handan av kekki til Bygdahúsið í Lopra, helt Hans J. Joensen eisini eina røðu:

 


Hans J. Joensen handar Helga Bech, umboð fyri bygdahúsið í Lopra
kekk kr. 10.000,00 til ábøtur á húsið.

Somuleiðis hevði Hans yrkt henda sangin til bygdina Lopra:


Kvøða til Lopra!

Lag: Har bylgjan leikar fram til Íslands strendur.

Her Lopransá seg smígur gjøgnum dalin,
tó fossar frítt, tá áarføri er!
har stendur Kirvi, vakurt fyri vestan,
og Siglufelli yvir okum ser!

Í Ónavík, har hvalabátar lógu,
til Lopra førdu hesir mangan fong
og inn um Leitabakkar fongin drógu,
jú tá var lív og arbeiði til mong.

Ímillum Stórugjógv og Akratanga,
tú lítur yvir vakra Lopransfjørð.
Í føgrum dali summarblómur anga,
og yvir øllum stendur Beinisvørð!

Her leikar á, av útsynningi-suðri,
tá kennast hvirlurnar, sum byrsuskot,
men tá tær møðast, sól í Skoramunni,
tá kínur bygdini, eitt frísktligt lot.

Tá sól á kvøldi litar Jávalskorar,
sum glóð, hon reyð, um Eiðishamar ferð,
tá trygt er innan Ónavíkartanga,
her er várt heim, tá besta stað í verð.

HíL 2011

 

Í samband við handan av kekki til Sumbiar Dansifelag, helt Bent Albinus hesa røðu:

Góðu sumbingar!

Tað er ikki á hvørjum degi, at sumbingar síggja stóran buss, fullan av pengum koma til bygdina.  Hesin busstúrur í dag verður gjørdur í samband við, at Lions Club Suðuroy ynskir at hátíðarhalda 25 ára stovningardagin saman við øllum suðringum og harvið eisini sumbingum. Sostatt vitja okur í dag allar bygdirnar í oynni og stuðla ymiskum endamálum.

Sumbingar hava altíð tikið væl ímóti Lions og tað skulu tykor hava stóra takk fyri.  Men í dag er tað lions sum skal stuðla sumbingum. Tað vilja altíð verða fleiri meiningar um, hvørjum vit áttu at stuðla, men vali fall hesaferð á Sumbiar Dansifelag. Við mær havi je ein kekk uppá kr. 15.000,00. Upphæddin er oyramerkt til keyp av upptøkutóli til tess at kunna varðveita kvæðamentan okkara. Er tað nakar, sum hevur tikið kvæðamentanina til sín, so er tað sumbingar.

Síðan fari eg at heita á forkvinnuna í Sumbiar Dansifelag, um at taka ímóti gávuni.

Bent Albinus


Bent Albinus handar Sigrun Poulsen, umboð fyri Sumbiar Dansifelag kekk
kr. 15.000,00 til keyp av upptøkutóli.


 

Í samband við handan av kekki til Vesturhøll í Fámjin, helt Mortan Holm hesa røðu:

Góðu fámjiningar!

Lions Klub Suðuroy bjóðar tykkum vælkonar til hesa handanina av gávu til Vesturhøll.

Fyrst nøkur orð um Lions yvir høvur.
Felagskapurin varð stovnaður i USA i 1917, tað var tryggingarmaðurin Melvin Jones, sum saman við nøkrum samhugaðum monnum stovnaði felagskapin 7 juni 1917 og hendi hetta i Chicago i statinum illinois. Siðani breiddi felagsskapurin seg runt allan heim, og hevur í dag um 1, 3 milliónir limir i 44.000 klubbum.
Lions kom til til Norðurlond i 1948 og varð fyrsti klubbur stovnaður  í  Stockholmi 24 marts 1948.
Í september 1950 kom so fyrsti lions klubbur til Danmark.
Í 1966 tóku Absalon Eysturoy  og Zacharias Bech stig til at stovna lions í Føroyum og hendi hetta 19. november 1966 .

Lions Klub Suðuroy varð stovnað  14. juni 1986 og vóru tað 19 mans úr allari Suðuroy som vóru stovnarar.
Síðan Lions Suðuroy varð stovnað, hevur klubbin givið 2,5 milliónir til vælgevandi endamál, helst her i oynni.

À hesum plassi kan eg eisini nevna tað tætta sambandi ímillum Porkeri og Famien, har hugsi eg mest um gamlar dagar,  tá ið alt bygdafólki fór til gongu  um Mannaskarð til Fámjin at dansa, og blivu tey oftast eina heila viku burtur, og man mann hava sannað gamla orðataki um, at har sum hjartarúm er er e
isini húsrum. Ella eisini ferðirnar úr Porkeri til Fámjin eftir grind. Einaferð eitt summarið tá ið tað mesta av mannfólki var til sjós, fóru konur av húsi við leypi á baki um Melaskarð eftir grind. Komnar til Fámjin fóru tær út á rivið at skera upp. Meðan tær skerað upp, byrjar at fløða. Tær sansa ikki hetta, fyrren sjógvurin fossar um tær, og sjálvandi neyðarróp til lands eftir hjálp. Fámjiningar vóru skjótir og flotaðu bát eftir teimun, so allar komu gott í land.

Takk fyri at tit lurtaði eftir.

Mortan Holm. 


Mortan Holm handar Jastrid Nielsen, umboð fyri Vesturhøll, kekk
kr. 10.000,00 til keyp av neyðtrappu.

 

Í samband við handan av kekki til Tvøroyrar Fornminnisfelag, helt Jens Petur Brattalíð hesa røðu:

 

Eg skal vegna Lions Club Suðuroy bjóða tykkum vælkomin til hesa gávuhandan!

Í samband við, at tað í ár eru 25 ár síðan Lions Club Suðuroy varð stovnað, hava ogur í Lions Club Suðuroy gjørt av, at veita stuðul og gávur til ymisk mentunarligt og áhugafeløg her í oynni.
Eg vil samstundis takka tvørafólki, Kommuni og fyritøkum fyri tann stuðul, íð verður veittur til Lions Club Suðuroy.
Ogur byrjaðu á middegi í Hovi, har Savni á Mýri fekk gávuhandan. Eisini hava ogur verið  í  bygdunum í syðru helvt í oynni og latið peningagávur.
Komi er nú til Tvøroyri, og verður gávukekkur handaður Fornminnisfelagnum á Tvøroyri.  Fornminnisfelagið á Tvøroyri fekk fyri stuttum eitt av elstu húsunum í sóknini til keyps. Talan er um kanska elsta gistingarhús í landinum, gomlu "Gestastovuna" hjá T.F.Thomsen.
"Gestastovan" bleiv bygd av Kongaliga einahandlinum, ið varð frá 1836 til 1856. Trupult er at siga, akkurát nær Gestastovan er bygd, men í gomlum skjølum, sum eru til skjals hjá TF Thomsen, kann man koma fram til, at Gestastovan helst er bygd í 1836.
Í skjølum yvir bygningar hjá Kongaliga Einahandlinum sæst, at "Gestastovan"  er virðismett til 253 ríkisdálar í 1850.
Gestastovan bleiv upprunaliga brúkt til arbeiðsfólki at verða í ,tá handilshúsini hjá Einahandlinum blivu bygd.
Fyri 175 árum síðan, tá "Gestastovan" bleiv bygd, vóru eingi onnur hús her á Tvøroyri.  Fólk  í búðleikaðist um fjørðin, búðu úti í  Froðba og inni í Trongisvági.
Tá í tíðini vóru ikki somu gistingarmøguleikar, sum tað eru í dag. Fólk sum komu til handils her á Tvøroyri, og sum ikki sluppu til húsar aftur um kvøldið, høvdu møguleika at gista í "Gestastovuni".
"Gestastovan" hevði 8 koyggjupláss.
Har varð ikki WC inni, ei heldur sjónvarp og dupultsong, men gestirnir kundu sleppa at yvirnátta, og skuldu teir hava sitt egna hoyggj at liggja á, og skuldu eisini taka tað við sær, tá teir fóru avstað aftur.
Ætlanin at seta gomlu "Gestastovuna"  í upprunastand aftur.

Til hettar væla endamál, vil eg vegna Lions Club Suðuroy handa Tvøroyrar Fornminnissavni ein gávukekk uppá kr. 70.000 til umvæling av "Gestastovuni" .

Jens Petur Brattalíð


Jens Petur Brattalíð handar Chris Jan Michelsen umboð fyri Tvøroyrar
Fornminnisfelag kekk kr. 70.000,00 til keyp og ábøtur av Gestastovuni.


 

Í samband við handan av kekki til bygdafelagið á Rananum í Sandvík, helt Eli Poulsen hesa røðu:

 

 

Góðu Sandvíkingar og áhoyrarar annars.

Tað er fallið í mín lut, at handa "Bygdarfelagnum á Rananum" eina gávu frá "Lions Suðuroy", nú hesin felagsskapur fyllir 25 ár.

 

Ì sambandi við hesa handan, var álagt at halda eina stutta røðu, men hetta  kann lettliga skapa "problemir", tá ein ikki er vanur til slígt.

Tí hevur nógv malið í heysinum hvat ein skuldi siga, men at endað samdist eg við meg sjálvan at taka okkurt søguligt framm, knýtt saman við onkrum kveðaørendi har Sanvík er nevnd.

At henda bygd er søgulig vita tygur líka væl sum eg, men tað munnu vera fáar kanska ongin bygd í Føroyum, íð hevur havt benleiðis eftirkomara sunnan av "Jómsborg" sum bygdarmann, tí í tí sera vakra kveðnum , sum ogur nevna "Sigmunds kveði nýggja" verður sagt soleiðis:

Sonur Andreas Jómsvíking

Í Sandvík mundi búgva

Torgrímur var hann av navni nevndur

Og hagar skal ríman snúgva.

Sostatt hevur ein Jómsvíkingur ella beinleiðis eftirkomari av Jómsvíkingi havt búðstað her. Og Jómsvíkingar vóru ikki hvør sum helst tí: Har skuldi ongin stíga til borðs fyrrenn tríati ára gamal.

Teir vóru úrmælingar við lít tað sum ogur nú á døgum nevna fyri "Elitusoldatar"

 

Á Fredriksborg slotti norðanfyri Keypmannahavn hongur ein mynd sum eg einaferð havi sett, og sjálvt um eg visti at málarin ongatíð heldur enn eg sjálvur hevði sett teir garpar hann hevði málað, so var tó ongin ivi í mínum huga, at soleiðis mundu teir hava sett út har teir stóðu: Vágnur Ákason, Torkil Hági, Búði Digri og aðrir og í hásetrinum sat Sveinur kongur.

Ringt var at slíta seg leysan frá hesi mynd og nógvir tankar runnu gjøgnum heysin hesa løtu.

Teir høvdu í veitslulagi havt mangt á munni har suðuri á Jómsborg.

Millum annað høvdu teir tosa um, um maður mundi vit til sín tá hann misti høvdi, men ongatíð høvdu teir havt møguleika at fáa prógv fyri tí, fyrrenn nakrir av teimum vóru tiknir til fanga í bardaganum í Jørungavági og har vóru dømdir at missa høvdið. Tá sigur ein teirra, at nú kundi hetta kannast tí segði hann, tá eg verið høgdur skal eg hava knív í hondini og tá høvdið ríkur av, higgið so um eg haldi knívinum, tí so veit eg til mín, men dettur hann úr hondini so veit eg ikki til mín.

Og søgnin sigur at tá høvdið fall misti hondin knívin.

 

Sverri Djurhuus, sáli, gav fyri nøkrum árum síðan út ein bókling við ymiskum søgum og harímillum var ein, sum hin kendi Martinus í Kollafirði hevði fortalt. Hann sigldi á sinum ungu árum úti í Heimi og segði frá, at hann, Martinus var staddur í Santa Petursborg tá Russiska

Revulitiónin fór framm.

Har vóru tá fleiri íð skuldi avrettast og teir komu inn við einum manni og hesin skeldaðist so reðuliga illa. Bøðilin gjørdi skjótt av og høvdið reyk og Martinus segði, at høvdið fór rullandi eftir gólvinum, men skeldaðist við sama lag. Martinus skuldi vera óførur til "Røvarasøgur".

 

Nú gjørdist hetta nakað drúgført og blóðugt, men ikki ber til at tosa um Sandvík uttan at nevna reystmenni Sigmund Brestisson, sum henda standmynd minnir ogur á, og sum lendi her í Sigmundarjógv eftir at hava svomið úr Skúgvi, og her má eg aftur venda til kveði har so sera vakurt verður sagt frá:

 

Rennisjógvur við landið var

Og Sigmund við tangblað hongur

Tórur datt av baki hans

Tá doyði ein menskur drongur

 

Sigmundur føldi byru lettna

Og afturum seg hyggur

Ser hann Tóri frendi sín

Deyður á botni liggur.

 

Deyður er tú frendi mín

Tú nestan var mín bróður

Nú kann eg ikki hjálpa ter

Tí nú eri eg so móður.

 

At Sigmundur skuldi láta lív her í Sandvík kann tykjst merkiligt, tí tað var í Noregi honum var spáa, at gullringurin kom at vera honum at bana. Og kveðayrkjarin sigur móti endanum í kveðnum:

 

Ongin hevði Sigmund sára

Hvar hann í víggi stóð

Fyrrenn han fekk sítt banasár

Og ikki ímóti slóg.

 

Lat meg enda við at citerað tvey ørindi úr bókini Grund 3, sum Sandvíkingurin Steinbjørn B.Jacobsen nýliga hevur givið út.

 

Ørindini eru fyrsta og síðsta úr yrkingini: Til heimbygd mína, har bygdarmaður tygra, Olivur Schrøter Thomsen, so vakurt sigur:

 

Í øldir átta tú oyðin lá

Tá íð Tróndur framt hevði níðingsdáð

At hongja Torgrím við synum báðum,

Tú gloymd var burtur í øldum gráum.

 

Og til seinast sigur hann:

 

Mítt ynski veri, at tú enn

Sum áður fostrar rettar menn.

 

Takk fyri at tygur líddi á.

Og nú vil eg biðja umboð fyri: Bygdarfelagið á Rananum, koma at móttaka gávuna.

 

 

Eli Poulsen

 


Eli Poulsen handar Álvur  Thomsen, umboð fyri bygdafelagið á
Rananum, kekk kr. 10.000,00 til gerð av brúsurúmi í bygdahúsinum.



Í samband við handan av kekki til Hvalbiar Fornminnafelag, helt Óli Holm hesa røðu:

Góðu hvalbingar

Tann 14 juni í ár eru 25 ár liðin, síðan Lions Club Suðuroy varð stovnaður.

Í hesum sambandi hava Lionslimirnir í LC Suðuroy gjørt av at veita stuðul til ymisk mentanarlig og vælgerandi endamál í Suðuroy.

Tá vit skuldu finna fram til, hvussu vit kundu stuðla tykkum hvalbingum, varð tað okkum eyðsæð, at í vinnuligum og mentanarligum høpi hevur kol og kolagrevstur havt stóran týdning fyri bygdina.

Og  ásannandi tann veruleika, at alt hetta er um at fara í søguna, var tað fyri okkum upplagt at vera við at leggja lunnar undir at varðveita hesa gomlu mentan fyri eftirtíðina.

Tískil hava vit lionslimir í LC Suðuroy gjørt av at stuðla Hvalbiar Sóknar Fornminna- og Framtíðarfelag við kr. 40.000,- til gerð av kolasavni í Hvalba.

Óli Holm


Óli Holm handar Rúna Thomsen umboð fyri Hvalbiar Fornminnafelag
kekk kr. 40.000,00 til gerð av kolasavni.

 

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark