Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  Pįll Tummasarson   Einar Larsen   Ejler Djurhuus   
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

Melvin Jones Fellowship

Á veitslu í Øravík leygarkvøldið 28. mai 2011, í samband við 25 ára stovningardagin, bleiv Páll Tummasarson heiðraður við Melvin Jones Fellowship.

Í hesum sambandi helt Bent Albinus hesa røðu:

 

Tað gingu heili 20 ár av søgu felagsins, áðrenn okur á fyrsta sinni heiðraðu ein av limum okra við Melvin Jones Fellowship. Tað var sjálvsagt Ejler Djurhuus sum fekk henda heiður á lionsfundi í Øravík, ónskvøldið 1. mai 2006.

Fyrsti fundurin í nýggja felagshúsinum í Hovi var tórskvøldið 7. mai 2009. Á hesum fundi bleiv á øðrum sinni ein av limum okra heiðraður við Melvin Jones fellowship. Hetta var eisini sjálvsagt Einar Larsen.

Í dag halda okur 25 ára stovningardag og hvat er meiri sjálvsagt enn á triðja sinni at heiðra ein av okra limum. Hvør tað verður, fáa tit at hoyra um, um eina løtu.

Annars eri je sera fegin um, at tað er fallið mær í lut, at bera fram henda heiður. Tað var nevniliga eisini je, sum bar fram henda heiður til Ejler og til Einar.

At verða heiðraður við Melvin Jones Fellowship er størsti heiður, ein limur kann uppnáa í lionshøpi. Ein heiður, sum kanska bert fáum limum er unt.

Tann limur sum í dag fær henda heiður, var ein av 19 limum, sum settu á stovn Lions Club Suðuroy tann 14. juni 1986. Av stovnarunum eru tíverri bert 6 limir eftir í dag.

Men hvør er so hesin limur, sum í dag fær hesa viðurkenning? Onkuntíð havi je lýst henda lim soleiðis: Nøkur eru gomul tá tey fara um fimti, meðan onnur eru framvegis ung tá tey nærkast áttati.

Limurin sum okur í dag skulu heiðra er Páll Tummasarson. Ímyndin av einum góðum lions. Ein eldsál í lionshøpi. Páll, tú hevur havt nógv álitisstørv í Lions Club Suðuroy. Í 2 ár vart tú presidentur og seinastu mongu árini hevur tú so trúliga tikið tær av altjóða- og ungdómssamskiftinum.

Páll, tú hevur verið og er ein sera virkin lionslimur. Ja, ein limur, sum veruliga hevur gjørt ein mun. Ikki eru tað nógvir fundir, tú ikki er møttur til. Somuleiðis hevur tú altíð staðið í fremstu røð, tá ymisku tiltøkini hava verið á skránni. Slíkan søgufróðan og skemtiligan lionslim eigur ongin annar klubbi.
Kann ikki lata verða við at nevna Íslandstúrarnar, sum uttan teg Páll, neyvan høvdu verið nakað útyvir tað vanliga.

Til seinast vil je siga, at sjálvdan hevur ein útnevning til Melvin Jones Fellow verði meiri rættvís enn henda. Tað er eingin ivi um, at Páll livur upp til hugsjónina, sum liggur aftanfyri tankan um, at tilluta Melvin Jones Fellowship. Viðurkenningin er somuleiðis ein stór tøkk fyri margfaldað avriksverk í Lions Club Suðuroy, og je eri vísur í, at Páll ikki einans setur stóran prís uppá hesa viðurkenning, men eisini móttekur hesa við gleði og stoltleika. Tín leiklutur sæst allastaðni.

Somuleiðis er tað klubbans vón, at okur í Lions Club Suðuroy koma at síggja teg í klubbanum í mong ár aftrat.

Hjartaliga tillukku.

At enda vil je heita á Páll, um at koma upp her og móttaka Melvin Jones heiðurin.

Skulu okur ikki geva honum eitt ordans klapp?

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark