Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Jólakalendarin 2015
So kom jólakalendarin.....

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

V i n a k l u b b a r 

 

 

 

Vinaklubbi úr Íslandi
 

Á hugnaligar løtu á Seglloftinum á Tvøroyri, leygarkvøldið 7. mai 2011, bleiv vinarskjalið millum íslendska lionsklubban, Lions Husavik og Lions  Suðuroy undirskrivað. Skjalið bleiv undirskrivað av presidentunum báðum, ávikavist Birgir Thordarson fyri Lions Husavik og Óli Holm fyri Lions Suðuroy. 

    
Vinaskjalið verður undirskrivað           Vinasambandið er staðfest.
av Óla og Birgir




 

                                 Vinaklubbi úr Nepal

Lions Suðuroy er ein virkin klubbur. Hetta hevur ein nepalskur lionsklubbur umvegis okkara heimasíðu lagt til merkis. Talan er um Lions of Kathmandu -Gliese.
Eftir áheitan frá nepalska klubbanum, hevur Lions Suðuroy samtykt, at gerast vinaklubbi við Lions of Kathmandu - Gliese.
Tann 16. septembur 2010 bleiv neyðuga vinaklubbaskjalið undirskrivað av presidentunum báðum, ávikavist Óli Holm fyri Lions  Suðuroy og Sanjib Dahal fyri Lions of Kathmandu - Gliese.

Spennandi verður nú at síggja, hvat fer at spyrjast burturúr hesum vinarklubba samstarvi
.


          
Her sæst Óli Holm, presidentur fyri Lions             Hetta er undirskrivaða vinaklubba-
Suðuroy undirskriva vinaklubbaskjalið.        skjalið.






Hvør veit, kanska fer sjáldsama nepalska
flaggið at veitra á Traðarvegnum í Hovi.

 

Vinaklubbi úr Sveis.

Í summar fekk Lions Suðuroy ein vinaklubba aftrat.

Hesaferð er tað ein lions klubbur í Sveisiska høvuðsstaðnum, Zurich, sum kalalst Lions Zimmerberg og Lions Suðuroy, sum hava undirskrivað vinaskjal.

Tað var mestsum av tilvild, at hetta samstarvið kom í lag.
Ein av lionslimunum í sveisiska klubbanum er ferðaleiðari og nakað síðani fyrireikaði hann eina ferð til Føroya við einum ferðalagi, har hann sjálvur var ferðaleiðari.
Á ferðini vóru tey eisini í Suðuroy og vitjaði. Á ferðini varð hann so bergtikin av Føroyum, og serliga Suðuroy, at tað ið hann kom aftur til Sveis, reisti hann spurningin í lionsklubbanum har, um at taka upp samstarv við Lions Suðuroy.
Sum sagt so gjørt, tí tað gekk ikki long tíð, so tók klubburin í Sveis upp samband við Lions Suðuroy, og úrslitið av tí var, at í septembur í ár komu umboð fyri klubban Zimmerberg í Sveis til Suðuroyar.

Vinaskjalið bleiv undirskriva á lítlari samkomu í Stóra Pakkhúsi í Vági 11. septembur 2012 kl. 19:00. 

Við hesum samstarvið fara klubbarnir at kveikja hvønn annan við góðum hugskotum.


Martin í Nesi, lionsforseti hjá Lions Suðuroy og Albert Stahli, lionsforseti hjá
Lions Zimmerberg, undirskriva vinaskjalið.

 

 

 

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark