Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Jólakalendarin 2015
So kom jólakalendarin.....

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

Lions Firma Cup 2012

Leygardagin 10 mars 2012, fer Lions Club Suðuroy at skipa fyri stórari innandurðakapping í firmafótbólti. Eftir fleiri áheitanir frá virkjum og privatfólkum, hevur Lions Suðuroy kunnað staðfest at tørvur er á slíkari kapping og er tað okkara vón, at væl verður tikið ímóti henni.

Tilmelding skal fara fram innan 29. februar 2012 og tá meldað verður til, skal greitt upplýsast hvat virki/felag verður meldað til, eins og luttakaratal skal upplýsast.

Eitt virki/felag, kann saktans hava fleiri lið við í kappingini, so leingi reglugerðin fyri kappingina verður hildin. Allur ágóðin av tiltakinum fer óskerdur til vælgerandi endamál.

Vinandi liðið (5 mans) sleppur við á Country og Dansibandstúrinum við Norrønu, ið verður í døgunum frá 14.-17. juni!

Til ber at melda seg til á:

Tlf. 21 42 18 ella á lysing@lysing.fo

Tlf. 29 30 83 ella á jpb@ssl.fo

Kostnaðurin fyri hvørt liðið er kr. 1.000,- . Íroknað kostnaðin er frukt og vatn meðan kappingin fyrigongur. Verður meldað til innan 17. februar ber til at fáa bíligar t-shirts. Felagið/virkið veljir sjálvt litin, men syrgir sjálvt fyri at merkja tær. Kostnaður inkl. T-shirts verður 1350,-

Til ber eisini at keypa atgongumerki til dansin í Tv. Klubba um kvøldið, við Hans Jacob og vinmonnum. Keypir ein atgongumerkir samstundis, fáast tey fyri 100,-. Vanligi kostnaðurin við dyrnar er annars 150,- Atgongumerkið til dansin er samstundis ein lutaseðil, har vinningurin er ein uttanlandaferð við Atlantic Airways til Barcelona í summar.

Liðini verða sett saman av 5 spælarum. 4 inni og einum útskiftara. Fyri at tað skal verða rættvíst ímillum liðini, hava vit gjørt av, at tað kann einans ein luttakari úr bestu føroysku fótbólts-deildini verða við á hvørjum liði. Undantøk verða ikki gjørd hesum viðvíkjandi.

Góðkendir dómarar koma at døma undir kappingini.

 

Dansurin:

Sama kvøld frá kl. 24:00-04:00, skipar Lions Club Suðuroy fyri góðum dansi við Hans Jacob og Vinmonnum. Hans Jacob er væl kendur í oynni, fyri síni positivu løg um lívið og kærleikan til oynna. Saman við honum eru Jens Johannesen og René Jespersen og fara teir at undirhalda við góðum dansitónleiki, ið altíð fyllir dansigólvið. Siðbundni Tvøroyrar Klubbi, ið fyri stuttum lat upp í nýggjum hami og við nýggjum eigara, verður karmur um hetta hugnaliga kvøld, ið samstundis er eitt virðiligt punktum á ein spennandi dag í Ítróttarhøllini í Trongisvági, har innandurðakapping í firmafótbólti verður fyrr um dagin. Lions Club Suðuroy væntar eina rúgvu av vælhýrdum fólki til tiltakið. Vit vilja gera vart við, at atgongumerkið til dansin, er samstundis ein lutaseðil, har vinningurin er ein uttanlandaferð við Atlantic Airways til Barcelona í summar!

Allur ágóðin av tiltakinum fer óskerdur til vælgerandi endamál.

 

 

 

 

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark