Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

 Heiðursløn

 

Martin og Annlis
Martin í Nesi, lionsforseti, fær handa heiðursløn frá
Annlis Bjarkhamar.

Størsta viðurkenning, sum Lions Club Suðuroy higatil hevur fingið, kom frá "Í menniskjum góður tokki". Talan er um heiðursgávu, sum var handa klubbanum av Annlis Bjarkhamar, forkvinnu í "Í menniskjum góður tokki".

Lions Suðuroy hevur verið góður stuðul hjá "Í menniskjum góður tokki" síðan byrjan í 2010, og tóku eitt ordans tak seinastu jól, tá ið vit framleiddu árliga jólakalendaran.
Annlis Bjarkhamar, segði, tá heiðurslønin var handa, at tað sjálvbodna og ósjálvsøkna arbeiði sum tit gera í Lions Club Suðuroy er ómetaliga virðismikið og tað vilja vit fegin takka fyri. Tær 100.000 kr.  tit góvu átakinum, var størsti einstaki stuðul nakar hevur latið átakinum. Tá Annlis gav Martin í Nesi glas-eingilin, segði hon, at ein eingil er ein boðberi - Hesin eingil, sum tit fáa, er ein boðberi um tað góða, sum er í okkum menniskjum, um hvussu nógv vit kunnu gera fyri hvønn annan, bara vit leggja í, og um tað ábyrgd, tit hava víst yvirfyri teimum, sum hava tað ómetaliga trupult. Tit hava víst í verki hvat næstrakærleiki í veruleikanum snýr seg um, legði Annlis Bjarkhamar dent á.

Bent Albinus, limur í Lions Club Suðuroy takkaði fyri heiðurin og segði, at teir tey seinastu 27 árini høvdu savnað saman 3 mió kr., sum var latið til ymiskt vælgerðandi endamál, og at tað var hugaligt at fáa eina viðurkenning fyri tað arbeiði, sum verður gjørt í felagnum, og at teir fóru at halda áfram við góðum treysti. "Í menniskjum góður tokki" takkar øllum teimum mongu, sum hava stuðla átakinum seinastu 3 árini og á tann hátt glett 2549 børn.

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark