Lions Suduroy



ForsķšaUm Lions SušuroyLimirNevndirTiltųkTakkarlųnHeišurslųnDiplomMelvin JonesLeyvuting og fųšingardagshaldMyndirLeinkir
  
Vil du have teksten på vores hjemmeside lęst hųjt, kan du hente et lille gratis program på www.adgangforalle.dk
Klub nyheder RSS-feed
Hvad er RSS?


Heišurslųn
Lions fingiš heišurslųn..

>> Lęs mere



Diplom
Lions fingiš višurkenning..

>> Lęs mere



Limagjald
TIL LIMIRNAR: Gloym ikki limagjaldiš...

>> Lęs mere



Jólakalendarin 2015
So kom jólakalendarin.....

>> Lęs mere



Lionsfundir lionsįriš 2014/15
fundardagar.......

>> Lęs mere



Klik her for besųge Nextwave

Fløguútgávan

Tann 1. oktobur 2013 kemur nýggja fløgan hjá Lions Club Suðuroy á marknaðin.
Talan er um fløgu, sum limir klubbans standa fyri, bæði tá talan er um sangin og 
ljóðføri.

Sangirnir eru allir yrktir/umsettir av suðuroyingum.

Eyðun Ásason hevur staðið fyri upptøkuni.

 

Fløgan verður seld í vanligu sølustøðunum kring landið og er kostnaðurin kr. 120,00.

 

Søluágóðin fer óskerdur til vælgerandi endamál.

 

Tað er tí okkara vón, at fløgan verður vælmótikin og nógv seld. Tað er ongin ivi í, at

fløgan er áhugaverd at ogna sær og eigur hvørt húskið í Suðuroynni og onnur við,
at ogna sær fløguna.

 

  
Forsíða                                                            Baksíða

 

 

 

Sangirnir á fløguni eru hesir:

 

Lilja mín ljósa


1. Kom við mær kæra,
lat okkum fara -
Fjøllini lokka og sólfevnd er fold.
Alskleikur langur,
Vín, sól og sangur
Fevna teg, kyssa títt dúnmjúka hold.

2. Minnini yngja,
fuglarnir syngja.
blómurnar anga í hásummarsól,
Bjartastu rósu
eldfima drósið
Eg fann, tá vit reiddu á lyngheiðum ból.

3. Himnasæl kvóðu
fuglarnir fróðu
lívsins og kærleikans æviga ljóð.
Glitrandi anga,
Dupult so mangar
Blómur - hvør tindur í gullglæmu vóð.

4. Goym fragdarlagið
lít á mitt kvæði,
gloriukransar av sangum um teg.
Hvørt spor vit treða
Minnini læa,
Blómur og fjøll elska teg eins og eg.

5. Einaferð kæra,
stormarnir fara,
oyðandi megi, elskhug og gleim:
Vit skulu syngja
Sangir um yngja
Um kærleikans sólgylta lívsglaða heim.

6. Ver hjá mær drósi
lilja mín ljósa,
menn meg, tá heyststormar fara um skørð
norðlýsið aldar -
stjørnurnar kaldar
og mánagull skyggir á følnaðan svør.


7. Deytt ástartosið,
fryst blómubrosið,
tó skal eg minnast tín lívsdjarva sang!
Sól mín og uggi
Aldri ein skuggi
Elskaða, kom set teg her í mitt fang.

Poul F. Joensen

 

Undir høgum hamarskletti

1. Undir høgum hamarskletti,
Drýpur høvur fagurt drós,
Lívsins træðrir, veingjaspennið,
vársins lýðka og sólarljós.
Væl kann eg skyna hug tín allan,
hjartasláttin rósa fríð,
:: har vakrir klárir døggadropar,
eymligt væta bløð so blíð.::

2. Elskhug - mín um leiðið lága,
verja væl um henda stað,
níða niður kyssa blómu,
dýrabart, mær tykir tað.
Eg finni hjá tær ást og ugga,
yndisliga rósan fín,
:: Eitt er tó tað sum ei kann gloymast,
minnini, tú blóma mín!::

HíL

 

 

Mítt reysta móðurland

Lag: Jens vejmand

1) Til undirfagrar líðir og reystan fjallatind
í nátt mín hugur flýgur - eg elski hesa mynd -
har morgunsól sær leskar í svalu náttardøgg,
og áarløkur teskar - duet við veitarløgg.

2) Og stinnu sterku oyggjar - mín væna dreymaverð -
sum brúðarskrýddar moyggjar, tá kavaklætt alt er.
Mót' himnadýpi bláa seg hevja tindar hátt,
teir gyltu krúnu fáa av norðlýsi á nátt.

3) Náttúran mangan unti ei tykkum róð og rast,
væl brotasjógvar muntu - og nívdi bergið fast,
enn stinnur stendur klettur - 'mót báru bringu ber,
og tá eitt sinn hann dettur - tann næsti fyri er.

4) Tó eftir himnaódnir og grunnbrot - hvørjaferð
tá av aftur tað tornar - nógv vakrari tú er.
Ein sælur friðarstaður, sum veitir sínum skjól,
tað sanna man hvør maður og kvinna, sum tú ól.

5) Mót' heimsins undurverkum kann setast tín nátúr -
við summarlitum sterkum - og tutl um fles og flúr.
Og veturshavsins veldi, tá brim 'mót himni ber,
í sinnið fast seg negldi hjá tí, ið aldist her.

6) Ei býti eg við nakað mítt fagra fosturland -
men til mín vil tað taka - oss knýtir upphavsband.
 Og ynski mítt skal ljóða alla, alla tíð,
skal Harrans signing góða á oyggjum hvíla blíð.

NePtUn

 

Norska Løva

1. Kom frem i denne tid,
hør hvad jeg vil fremføre,
Guds gerning underlig,
som vel er værd at høre,
hvordan den fromme Gud
sin hårde straf lod se
og sendte vredens bud
fra himlen til os ned.

2. Der man decemberdag,
den fjerde monne skrive,
alt færdig var vor sag;
i Sundet med vore skibe
 vi anker lettede op,
vort kongeløsen gav
med skud, det var alt nok,
Kronborg os svared brat.

3 Vort skibes navn det var
den Norske Løve hedte,
som kronen altid bar
for Danemark med ære.
Vi lod ad søen stå
igennem Kattegat
hen over bølgen blå,
snart greb vi Nordsø fat.

4. Norge passerede vi,
ad Shetlasnd lod vi stande,
den spanske sø så fri
os kom da straks til hånde.
Vi glade vare da,
for Løven sejled snart
hen over bølgen blå,
den havde en dejlig fart.

5. Men se den attende
udi den samme måned
os over kom stor ve,
vor glæde blev forandret.
Det var forfærdeligt
med himlens lynildsværk,
to tordenslag med ild
slog i vort skib så stærkt.

6. En mand straks blegnede
af torden, som blev slagen,
og tre blev kvæstede,
o Jesus for din plage,
som du, o frelser sød,
for synden sendte os.
Hjælp Jesus, for din død,
råbte enhver af os.

7. Men det kun fortegn var,
straks mere efterfulgte,
der kom en storm så svar,
bølgen sig ikke dulgte.
himmelen var ganske sort,
hinanden vi ej så,
i havets brusende fart
Neptunen stødte på.

8. Tænk her, o sømand god,
som ud på havet tumler,
hvad vi nu her udstod,
hvor vejr og vand det rumler,
hvor himmel, luft og sø
de gjorde broderskab;
det grusomt var at se,
ja, blev så mangens grav.

9. Der stod vi alle mand
i dødens angest og møde
udi en ynksom stand,
vi var, som vi vare døde.
Vi råbte alle på
vor Gud, og med hans ord
snart måtte vi lade gå
vor stormast over bord.

Eli Poulsen, kvøður

 

Vágseiðið

Lag: Tá ið skíming um landið seg sveipar.

1) Hoyr nú brimið á Vágseiðið brýtur.
Múlatangi er undir í sjó.
Skúvanøsin ímót´ vestri lítur,
aldan leikar í Íðini fró.
Her sum smádreingir mangan vit leiktu,
sóu bát renna lunnunum av,
Tað var hetta sum huga mín kveikti,
til tað stóra og brúsandi hav.

2) Har á Lágkletti mangan so sat eg
og eg droymdi meg langt út í verð.
Mong ár seinni har úti eg sigldi,
men mín hugur enn leitaði her.
Nú er Lágklettur fallin í havið,
lunnar brotnaðir, drátturin við,
ongin bátur sæst daga úr kavi,
men náttúran enn andar í fríð.

3) Gunnarsteinur enn Heltnannar styðjar.
Múlagjógvin er vøkur at sjá,
gjøgnum Kamarið dagsljósið dagar.
Tað er vænasta sjónin eg sá.
Og tá brimið nú harðliga sjóvar,
rokið stendur í Faradalsur,
fyri oyrum, sum kvæði tað ljóðar,
ført er fram í náttúrunnar dur.

4) Vakurt Vágseiðið fyri mær stendur,
dreymamynd mín á lívsleið tað er,
tá ein ferðast við fremmandar strendur,
onki metist við heimlandið her.
::Og tá kvøldsól í Skarðsgjónna skyggir.
Trælagøta er reyðlig at sjá,
hendan myndin í hjartanum liggur,
til tann dagin eg fari herfrá.::

HíL

 

 

Við Noregs køldu strendur

Lag: Vandringsmenn.

1) Langt burt frá tær við Noregs køldu strendur.
Eitt sólareyga stendur fyri mær.
Eg síggi teg, hvar enn mítt eyga vendur.
Nei, onga aðra mynd mítt eyga sær.

2) Tú fløvar hjarta mítt um bert eg síggi.
Eitt lítið tekin her av tíni hond.
Tað fløvar meg, ja, eins og summarlýggi.
Um okkum skiljir bæði hav og lond.

3) Hvar enn eg fari, minnini mær fylgja,
um teg og hvørja løtu tú mær gav.
Um teg nú teskar hvør ein lítil bylgja,
um teg nú teskar hetta stóra hav.

4) Alt her á jørð kann fána burt og kølna,
men kenslur mínar liva, doyggja ei.
Fyrr skal hvør blóma doyggja út og følna.
Fyrr eg skal gloyma, ganga aðra leið.

5) So vist sum sólin enn á himli lýsir,
hin sama stjørnan enn sum áður stóð.
So vist mítt hjarta heitar kenslur hýsir.
So vist eg lata vil mítt hjartablóð.

6) Eg sendi tær nú heilsu yvir havið,
og til tey børn tú givið hevur mær.
 Eg elski tykkum nú og allar ævir,
eg minnist tykkum bert mítt hjarta slær.

Bjarni Wiberg Joensen

 

Urtagarðsrósan

Lag: Blue side og lonesome.

1) Mær untist tað fagrastu rósu,
í urtagarðinum stóð.
So bjørt móti sóljum og liljum.
So roðandi reyð sum ein glóð.

2) Hon bergtók við yndi mítt hjarta
og veitti mær gleði og gleim.
Hon vermdi sum sólin mítt sinni.
Tá ofta eg troyttur kom heim.

3) Eg aftur av langferð var komin.
So sára mær longdist tað kvøld.
Tá sakk eg í myrkastu niðu.
Mín rósa var følnað og køld.

4) Mær følnaði alt her á foldum.
Eg siti við útkaldan eim.
Goym harri mær rósuna vonu.
Til eg eisini komi heim.

Johan í Høgeil

 

Kvøða til Lopra

Lag: Hallo min ven.

1) Her Lopransá seg smígur gjøgnum dalin,
tó fossar frítt, tá áarføri er!
har stendur Kirvi, vakurt fyri vestan,
og Siglufelli yvir okum ser!

2)Í Ónavík, har hvalabátar lógu,
til Lopra førdu hesir mangan fong
og inn um Leitabakkar fongin drógu,
jú tá var lív og arbeiði til mong.

3) Ímillum Stórugjógv og Akratanga,
tú lítur yvir vakra Lopransfjørð.
Í føgrum dali summarblómur anga,
og yvir øllum stendur Beinisvørð!

4) Her leikar á, av útsynningi-suðri,
tá kennast hvirlurnar, sum byrsuskot,
men tá tær møðast, sól í Skoramunni,
tá kínur bygdini, eitt frísktligt lot.

5) Tá sól á kvøldi litar Jávalskorar,
sum glóð, hon reyð, um Eiðishamar ferð,
tá trygt er innan Ónavíkartanga,
her er várt heim, tá besta stað í verð.

HíL

 

Mánin hann skein

1) Mánin hann skein, skein yvir Føroyaland,
Skein yvir dalar, fjøll og hvítan sand.
Mánin hann skein, skein yvir alt, sum svav,
skeiv yvir landið, Harrin okkum gav.

2) Sjónin var mín, tí elski eg mítt land,
knýtt millum okkum er eitt ævigt band.
Sjónin var mín, tí elski eg mítt land.
Knýtt millum okkum er eitt ævigt band.

3) Nýliga eg var aftur komin heim,
longst sum eg hevði eftir øllum teim,
sum standa mær og mínunm hjarta nær,
tey elski eg so leingi hjartað slær.

4) Stuttligt er tá tú er í tíni bygd.
tá kennst í hjartanum sovorðin trygd,
at tað tú sært, alt hetta tað er títt,
tá slær títt hjarta aftur lætt og frítt.

5) Mánin seg skjótt krógvar undir skýggj,
kom tú mín vinur, hygg við mær og síggj,
at hetta land tú sært í hesi nátt
størst er av øllum, hóast tað er smátt.

Bjarni Wiberg Joensen



Lítla Dímun

Lag: Vit hoyrdu várið kalla og viltust bæði burtur.


1) Her Lítla Dímun stendur, so skurvut, brøtt og vøkur,
úr havsins dýpi stígur og hevjar høvur hátt.
Tá vársól vakurt rísur, um Rávuna á morgni,
í brattanum um Egrháls, nú smálomb spæla kátt.

2) Frá fyrst í forntíð frægir, her villar veðrar veiddu,
so snøgt og svart var slagið, so vargakent og vilt,
um reyn og brattar líðir, teir fongin við sær leiddi,
nú tínt er vargaslagið, so hava vit tað skilt.

3) Av Tanganum við Gjónna, at Múlagøtu søkja,
og Oyggjarmúli høgur, seg hevjar móti ský.
Í Stikarók og Steinsrók, seg ungir alvar royna,
har undir ungum holdi, seg vøddar spennast í.

4) Tá villur vargur varnast, so styggt um stíggin stríður,
í mennskum manni blóðið, tá ódnar knapt í kók,
um Støddaból og Stíggin, so brattan stoyta niður,
hvør vargur verður tikin, á smølu Veisarók.

5) Her finnast menn við dirvi og mannamót í bringu,
at veiða seyð so styggan um leysa ups og ás.
Við lesningi og línu og fleygastong á sumri,
teir bestu sessir søkja, um steyrrætt sýnist rás.

6) Tá dagur ferð at halla og eftir harða gongu,
á Hellurók er lívligt og trongt við rættarlið,
nú skurður verður leiddur á renningina vestur
útfyri liggur bátur, sum tekur allar við.

7) Og tá so sólin setur, eitt heystarkvøld so síla,
og oyggin vakurt sveipast í skarlaksreyða lind.
Um Barmin sigla garpar, teir stevna heim at hvíla,
har Lítla Dímun stendur sum heimsins besta mynd.

8) Ja eins og ein rubinur, av brimi er tú slípa,
nú kvøldarsól teg prýður og Breiðanesið við,
á hornhind leikar myndin, til tá ein søtan svevur,
í dreymaverð enn vøkur, hon gevur sælan frið.

HíL




Blóman


1) Eg valdi mær vakrastu blómu
í urtagarðinum stóð,
sum dreymur eg enn hana hómi
bert ein hevur verið mær góð
ja gævi tann blóma ei missir
sær prýði og megina burt
eg sigi tað tí, í garði so frí
Har veksur tann vakrasta urt.

2) Eg elski tær blómur at skoða
tá sólglæman lívgar um tær
um vakurleika tær boða
til eina mín hugur bert var
eg vil hana eiga alleina
ja bæði á degi og nátt
og um tað ber til so fegin eg vil
hon setast skal í blómupott.

3) Eg minnist so mangan tá hita
av blómu eg føldi á kinn
eg hugsaði hana at flyta
í nýggjan urtagarð inn
hon best var av øllum tað veit eg
eg sigi tað tí tað er satt
eg veit hvar hon stóð tann blóman so góð
hon horvin er øll hava frætt.

4) Tað ber ikki til at fáa
sær rósur av deyðari urt
ja gentan í kjólanum bláa
var blóman í eg misti burt
eg fái nú hana ei aftur
tí rykt er hon upp úr mold
ei meira hon grør við stelki í jørð
tað minnist eg lív mítt á fold.

5) Ja stuttan eg sangin skal gera
eg sigi tí bert hesi orð
at heima eg ei kundi verða
tí fór eg avstað og umborð
á skútu í meg skuldi flyta
fram yvir havið so blátt
men aftur kom eg, enn síggi eg teg
Tað blómu ið eg skuldi átt.

6) Í einsemi eg hesa løtu
bert hugsi um blómuring
eg síggi enn rósugøtu
eg minnist hvørt stevnuting
eg einki skal blómuni gera
nú liva í friði tú skal
ja stokkut er tíð sum vit liva í
tonk um tað, sagt er nú alt.

7) Tí einaferð aftur á sinnið
eg vóni at sjálvur eg
sum hugsi um blómuminnið
á mínum kámuta veg
má finna mær blómu aftur
sum ei hevur svikalist
men reintonkt og trúgv
tú við mær fest búgv
ver betur enn tann ið er mist.

Andreas Djurhuus


 

Brævið

1)  Sitið eg og bíði kanska postur kemur
eg vænti mær at frætta heiman frá
tí burtur havi verið nú so leingi
og tey  ei hava frætt eitt orð frá mær.

2) Síggi eg har postboð kemur mær ímóti
Nú veit eg at eg gloymdur eri ei
tí bræv til mín hann rættur og hann smílist
eg glaður var tí brævið var til mín.

3) Tá eg opnið brævið sum eg fekk frá honum
og las tey sorgarorð har heima frá
kom heim mín sonur pápi tín tað ynskir
kom heim kom heim tí mamma tín er deyð.

4) Eg ei sovna kundi tí eg græt so sáran
tí mammu aldrin aftur síggja skal
Tøkk fyri alt í tú gav mær
tøkk mamma aldrin skal eg gloyma teg.

5) Tyngstu spor í mínum lívið havi gingið
var út har djúpa grøv tín grivin var
og aldrin kann eg gloyma sorgardagin
og mamma mamma tá mangt tárið rann.

6) Pápi mín er gamalur og skjótt man fara
tá eina eg man sita eftir her
men einaferð vit skulu møtast aftur
tað verður ei í hesi óndu verð.

Óla Jákup Lindberg

 

Ein sjógarpur so fermur

1) Ein sjógarpur so fermur, í sinni sól og vár,
so trúgvur, hjartagóður, bláoygdur, gullit hár
á vágni ofta sang hann, á odda altíð var,
hann aldri ringin gloymdi, sum hann á vinstru bar.

2) Til sína hjartanskæru hann álit bar og trúgv,
í heyst so sæl tey skuldu í elskhug seta  búgv,
men so kom bræv frá henni, hon segði stutt og kalt,
tú fá tær eina aðra, eg havi annan valt.

3) Hann burt frá vinum leitar, ei meira orkaði,
Maria, oh, Maria, tað seinast vardi meg,
at tú var følsk sum skúmið og sveik hvørt kærleiksorð,
tú stjól lívseydnu mína, sló hvørja vón í sor.

4) Mót Noregs strond teir sigldu, og hinir frøddu seg,
til Egersund á kvøldi, teir heim seg væntaðu,
men hann, sum vinin syrgdi og ongan ugga fann,
ei meira hann kundi bera, tungt hjartablóðið rann.

5) Og mureldurin logar og himnaljós so bjørt,
men fyri honum lívið var eins og grøvin svørt,
hann fyri borð seg rendi, tá sást eitt stjørnuskot,
av Noregs bjørtu blómu søtt angar eystanlot.

6) Við sorg í havn teir sigldu, hon frætti Hákuns deyð,
tá frysti gleðisbrosið, sum fonn bleiv kinnin reyð,
tá angraði hon sáran, bar sorg í hvørji stund,
men sorg ei missin bøtti, hann svav sín síðsta blund.

7) Á báti eina var hon so manga summarnátt,
av longsli eftir Hákun, av sorg og sálarsótt,
hon ofta navn hans nevdni, men deyðans tøgn var svar,
og ongantíð í hjarta, hon aftur gleði bar.

8) Tit ungu moyggjar, minnist til henda sorgarleik,
tí elskhugssvik tað týnir so mangan lukkuleik,
so mangur ungur sveinur av elskhug bana fekk,
tá gentan sá ein annan, var vit og minni vekk.


Danjal J. Joensen
 

 

 
Klik her for at sende en mail til Lions Danmark