Sight First - Lions herferð móti blindleika
Nøkur alheims tiltøk hava verið. Tiltøk, har allir lionsklubbarnir í heiminum hava luttikið. Her kann nevnast "Sight First" tiltakið, har savnað bleiv íalt 1 milliard krónur frá 1990 til 1993. Hetta var eitt tiltak fyri ávísum eygnasjúkum í 3. heiminum. Úrslitið gjørdist, at fleiri milliónir menniskju fingu sjónina aftur. Bara hjálpin frá lionsklubbunum í Føroyum gjørdi, at uml. 2.000 - 3.000 menniskju fingu sjónina aftur.
Lions Club Suðuroy lat kr. 20.000,00 til átakið.
"Sight First" átakið eydnaðist so væl, at lions í 2007 avgjørdi at fara undir eitt nýtt átak móti blindleika. Eitt átak, sum fekk navnið "Campaign SightFirst ll".
Málsetningurin hjá Lions fyri "Campaign SightFirst ll" er hesin:
-
Forða fyri at 24 milliónir menniskju missa sjónina.
-
Tryggja 65 milliónum menniskjum viðgerð móti áarblindleika.
-
Endurskapa sjónina fyri 4,6 milliónir menniskjur fyri grástar.
-
Bøta um eygnarøktina hjá hundraðtalsmilliónum menniskjum.
-
Byggja ella umbyggja 258 eygnasjúkrahús ella heilsubótarhølir.
-
Veita 300 eygnamiðstøðum betri útbúnað.
-
Útbúgva 68.000 eygnalæknar, heilsurøktarfrøðingar og onnur yrkislærd innan eygnarøkt.
-
Byrja heimsins fyrsta framtak til at stríðast í móti barnablindleika í samstarvi við WHO. 30 eygnamiðstøðír til børn skulu setast á stovn.
-
Veita USD 185 mió.til 724 verkætlanir í 88 londum.
Lions Club Suðuroy lat kr. 10.000,00 til átakið "Campaign SightFirst ll". Her handar
Arni Nielsen, presidentur, Erik Wiborg, fylkisformanni, kekkin. Hetta var á samkomu
í Øravík 8. februar 2007.
Følg Lions