Hjem - Lions Suduroy

Menu

takkarløn

Takkarløn 2013



Bogi Mortensen, lionsforseti, handar Torgir Strøm
takkarlønina 2013.




 

Takkarløn 2012

 

Levi Niclasen takkarløn

Í samband við at Royn hevði jólaborðhald leygarkvøldið fekk Levi Niclasen handaða takkarløn frá Lion Club Suðuroy.

Beint áðrenn borðhaldið byrjaði, fór John Berg á pallin, hann vildi lána 10 - 15 min. áðrenn borðhaldið byrjaði.

John Berg greiddi fyrst eitt sindur frá um Lions Club Suðuroy. Um hvussu LCS hevði savnað saman nógvan pening hesi árini Lions hevur virkað í Suðuroynni.

Uml. 3 milliónir eru latnar í stuðli til ymisk tiltøk, m.a. hevur fornminnisfelagið í Hvalba fingið 40.000 kr frá Lions í fjørð.

Síðani greiddi John frá, at teir í Lions høvdu umrøtt at fara undir at lata eina heiðursgávu til eitt fólk í oynni. Vit síggja hetta fyribrygdi aðrastaðnis frá í landinum eisini.

Komið var fram til at kalla hetta fyri Takkarlønin, eitt orð sum vit vanliga kenna sum nakað heldur neiligt. Hatta var takkarlønin sum hann/hon fekk. Men hetta hevur upprunarliga verið eitt jaligt orð og tí varð valgt at brúka hetta orðið.

Hesaferð vóru teir í Lions so komnir fram til at takkarlønin skuldi fara til ein mann, sum gjøgnum árini hevur latið nógv úr hondum. Hann hevur yrkt til næstan hvørja veitslu, sum hevur verið í Hvalba og onkur av hansara yrkingum er eisini enda sum landaplága.

Hann var við til at endurreisa Royn og hann var við til at leggja lunnar undir Roynhøllina, sum hevur verið karmur um flestu tiltøkini í bygdini síðan. Ja, hann hevur sum heild verið ein ímynd av Hvalba í nógv ár.

Tá John Berg var liðugur við síni vøkru orð, spældu hann sjálvur og Henning Niclasen eina sirpu við yrkingum eftir Levi. Her vóru m.a. spæld Hamarsá, Tá á nátt, Snopprikkur er nú á odda og Vit á skørðunum, alt løg sum vanliga eru at hoyra til veitslur í Hvalba og kring landið annars.

Eftir hetta fekk forsetin í Lions CLub Suðuroy, Martin í Nesi, orðið og hann handaði eisini Levi takkarlønina.

Tað var ein sera rørdur Levi Niclarsen, sum tók ímóti og takkaði fyri henda stóra heiður.

Og so var farið til borðs á jólaborðhaldinum hjá Royn, har tað í ár vóru útvið 170 fólk samlaði og Robert Mc Birnie og Hilmar Jan Hansen undirhildu.


 

TAKKARLØN 2008

 

 

 

 

Tann 20. novembur 2008 kl. 14.30 handaði forsetin í Lions Club Suðuroy, Bent Albinus, einum stoltum og ikki sørt rørdum Jákupi Leo á Tvøroyri " takkarløn ". Hetta varð gjørt í arbeiðshølunum hjá Tvøroyrar Kommunu á Hvítanesi, og vóru allir starvsfelagarnir hjá Jákupi hjástaddir. Formaðurin í Lions Club byrjaði løtuna við hesum orðum:

 

Góðan dag!

Tað er ikki á hvørjum degi, at arbeiðsfólkið hjá Tvøroyrar Kommunu fær vitjan av umboðum frá Lions Club Suðuroy.

Tað er soleiðis, at Lions Club Suðuroy í nøkur ár hevur latið eina sokallaða "takkarløn" til ein persón úr Suðuroy, sum vit meta hevur gjørt eitthvørt serstakt fyri oynna.

Fyrsta takkarlønin bleiv latin Virgar Djurhuus, fyri hansara ótroyttiliga arbeiði innan flogbóltin.

Næsta takkarlønin bleiv latin Magnus Jacobsen úr Vági (millum manna best kendur sum Magnus á Báraldarbakka) sum var ein av undangongumonnunum fyri at fáa gongd á aftur í Vági eftir kreppuna í 92.

Í dag skal triðja takkarlønin handast og verður hon handa einum av tykkum. Vit bíða við at avdúka hvør persónurin er, tí eg ætli mær fyrst at siga nøkur orð um grundgevingina fyri at handa hesum persóni takkarlønina.

 

Síðani helt Lions forsetin eina røða, áðrenn takkarlønin varð handað:

Eg elski áir og fossalag,
hin væna hagan, har fuglur kvað,
og vøtn og tjarnir,
har sól og stjørnir
seg spegla á.

Soleiðis tekur skaldið Pól F. Joensen til í fosturlandsyrking síni "Í øllum londum".

Nógv er yrkt og talað um okkara vøkru náttúru gjøgnum árini, og nógv verður eisini gjørt at verja henda dýrgrip okkara.

Vit eru øll góð við náttúru okkara, men tíverri gera vit nú á døgum ikki eins nógv brúk av náttúrunu, sum tey, ið undan okkum fóru. Í dag er tí neyðugt at gera ymisk inntriv í náttúruna, soleiðis at vit fáa skapt ein áhuga hjá fólki at gera brúk av skapanarverkinum.

Men vit eiga at ansa okkum, soleiðis at vit ikki spilla náttúruna!

Hugsa vit nøkur fá ár aftur, so lá t.d. økið frá skúlanum í Trongisvági og inn til viðarlundina órørt og lítið vitjað. Viðarlundin varð bert vitjað á hægstu summartíð, og ikki vóru tað mong, ið vistu, hvussu náttúran vestanfyri viðarlundina sá út. Men í dag er alt hetta broytt!

Køn hond hevur í fleiri ár stillisliga skapað gøtur fram við ánni, gjørt brýr og hampað. Inni í viðarlundini er ymiskt gjørt, ið lokkar, og vestanfyri viðarlundina er so nógv gjørt, at tað ikki finnast orð fyri tí.

Nevndu øki vóru fyri stuttum næstan ongantíð vitjaði, men í dag er søgan ein heilt onnur. Fá eru tey, sum ikki hava gingið eftir Áargøtuni og inn til viðarlundina og víðari inn eftir frá viðarlundini.

Vit gleðast øll um hetta stórarbeiði úti í náttúruni, sum sjáldsama køn hond hevur staðið fyri.

Úrslitið av hesum arbeiði er so glæsiligt, at helst hevur køna hondin eisini lagt ein stóran part av sál síni í hetta arbeiði.

Uttan serligan dugnaskap og sera stórari virðing fyri náttúrunu ber ikki til at náa slíkum úrsliti.

Vanligt er, at virðislønir verða givnar monnum og kvinnum, sum hava avrikað nakað serligt.

Áargøtan, viðarlundin og økið vestanfyri viðarlundina er blivið nakað heilt serligt, og tí hevur Lions Club í Suðuroy í ár valt at geva Jákupi Leo takkarløn fyri hansara leiklut í hesum arbeiði, sum vit øll eru so sera stolt av og fegin um.


 

Takkarløn 2005

Ósjálvsøkin vágbingur fær sømdargávu.

Jens Petur Brattalíð, forseti í Lions í Suðuroy, v.m., handar
Magnusi Jacobsen viðurkenning fyri tað sjálvbodna arbeiðið,
hann hevur gjørt á so nógvum økjum. Viðurkenningin er eitt
skreytblað og ein veggjaklokka úr føroyskum gróti við
búmerkinum hjá Lions.

 

Magnus á Báraldarbakka í Vági varð fullkomiliga tikin á bóli nú ein dagin, klokkan var farin av trý og hann fór inn í matarhøllina í flakavirkinum í Vági at fáa sær kaffi.
Inni í matarhøllini sótu fremmandir menn, men teir vóru ikki ørindaleysir.
Hetta vóru menn úr Lions klubbanum í Suðuroy og ørindini vóru at heiðra einum av arbeiðsmonnunum á flakavirkinum.
Tað var nú ikki fyri arbeiðið á flakavirkinum, at hann skuldi heiðrast. Tað er fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum hann fger uttanfyri arbeiðstíð, at heiðurin fellur honum í lut.
Og tað var Magnus Jacobsen, Magnus á Báraldarbakka, sum skuldi hava heiðurin.
Tað eru nøkur ár síðani at Lions Klubburin í Suðuroy gjørdi av at lata eina sømdargávu til onkran, sum hevði gjørt eitt serligt arbeiði fyri Suðuroy.
Gávan er bara latin eina ferð fyrr, men nú helt klubburin at rætta løtan var komin til aftur at lata sømdargávuna.
Magnus Jacobsen fær heiðurin fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, hann hevur gjørt á nógvum økjum til frama fyri Suðuroynna, og er tað nakar, sum hevur uppiborið ein slíkan heiður, er tað Magnus, segði Hans Joensen frá Lions klubbanum, tá ið hann handaði gávuna.
 Hann hevur lagt nógv sjálvboðið stríð í nógv ymisk tiltøk til gleði fyri Vág, Suðuroy sum heild og alt landið við.
Hans Joensen nevndi, at Magnus var ein av stigtakarunum til at gera gomlu grindabátarnar ístand og at fáa teir aftur í brúk og nú eru teir eitt prýði fyri alt landið. Hann var eisini ein av undangongumonnum at fáa bjargingarfelagið til tað, tað er í dag, nú tað er eitt hitt best útgjørda í landinum.
Somuleiðis gekk hann á odda at gera Stóra Pakkhús og Garðabrúgv ístand, so at tey bjargaðust og ikki fórust heilt, men nú standa sum prýði fyri Suðuroynna alla.
 Lions klubburin hevur sostatt gjørt av at veita Magnusi eina lítla viðurkenning fyri tað ótroyttiliga arbeiðið hann hevur gjørt á mentanarliga økinum, siðsøguliga økinum og á øðrum økjum, til gleði fyri alt bygdarfólkið í Vági, allar suðuroyingar og allar føroyingar annars, segði Hans Joensen.


 

 

Takkarløn 2001

Lions Klubburin í Suðuroy hevur heiðrað Virgar Djurhuus á Tvøroyri fyri
hansara ótróttiliga sosiala arbeiði, ikki minst ímillum ungdómin á Tvøroyri
í næstan 20 ár

Lions Club Suðuroy samtykti í vár at fara undir eitt nýtt tiltak. Tað var at vísa onkrum suðringi, sum hevur gjørt eitt serligt avrik av onkrum slag, eina lítla viðurkenning.
Onkur hevur kallað hetta eina heiðursløn til ársins suðuroying. Sjálvur kallar Lions Club hetta eina takkarløn til ein suðuroying, sum hevur útint serligt avrik á onkrum øki.
Herfyri samtykti klubburin so at fyrsta heiðursteknið skuldi Virgar Djurhuus á Tvøroyri fáa.
- Vit síggja viðhvørt - um enn at tað er sjáldan - at tað eru fólk, sum offrað seg heilt og fult fyri eini sak, og tað ólønt aftrat. Men enn sjáldsamari síggja vit, at hesi fólkini fáa tað tøkk og viðurkenning, tey hava uppiborið segði Leivur Nygaard, lionsforseti í Suðuroy, tá ið hann handaði Virgar Djurhuus heiðursgávuna.
Heiðursgávan var ein sera snotilig veggjaklokka úr føroyskum gróti við lions búmerkinum í. Við gávuni fylgdi eisini eitt heiðursbræv.

Sjálvur varð Virgar Djurhuus fullkomiliga tikin á Bóli. Hann visti av ongum, men varð boðsendur oman í ítróttarhøllina á Tvøroyri týskvøldið 25. septembur 2001 á flogbóltsfund. Fundur var so ongin, men ístaðin fekk hann heiðursgávu fyri hansara ótroyttiliga sosiala arbeiði á Tvøroyri.
Tað er nevniliga Virgar Djurhuus, sum hevur verið undangongumaður fyri flogbóltin á Tvøroyri, heilt síðan hann tók seg upp fyri næstan 20 árum síðani.
Tey, sum hava við flogbólt á Tvøroyri at gera, siga, at hann hevur verið hjartað og sálin í flogbóltinum á Tvøroyri, síðan hann byrjaði, og uttan at taka nakað frá øllum hinum, er tað fyrst og fremst Virgari Djurhuus fyri at takka, at flogbóltsfelagið á Tvøroyri nú er ímillum tey allarfremstu í landinum.
Tá ið hann fór undir flogbóltin á Tvøroyri í 1983 var onki lið, men hann byrjaði í smáum við at spæla flogbólt við gentum úr 9. og 10. flokki. Drongirnir vístu ikki sama áhugað og tað er ikki fyrrenn nú tey allarseinastu árini, at teir eru við at koma meira við.
Síðani hevur flogbólturin á Tvøroyri ment seg við lít, so at tað nú eru tilsamans 150 virknir leikarar í flogbóltsfelagnum á Tvøroyri. Felagið hevur í løtuni ikki færri enn 21 ungdómslið, umframt lið í meistaradeildini fyri kvinnur.
- Vit eru mong ið hava fylgt við, hvussu tú, við hjálp frá góðum kreftum, hevur bygt flogbóltin á Tvøroyri upp frá ongum til tað, hann er í dag. Hetta hevur kostað tær at kalla hvørja fríløtu hvønn einasta vetur, bæði til venjingar, skeið og ferðir norðureftir.
- Hetta er eitt arbeiðið, sum hevur so ómetaligan týdning fyri ungdómin, at tað kann ikki gerast upp í pengum. Men tað ætla vit heldur ikki, segði Leivur Nygaard, tá ið hann handaði Virgari Djurhuus klokkuna og heiðursbrævið.

Samstundis sum Lions klubburin læt Virgari heiðursgávu, nýtti flogbóltsfelagið eisini høvi til at heiðrað Virgar við eini gávu og einum lítlum kekki fyri væl útint arbeiði.




















































 









































 


 

Følg Lions