Hjem - Lions Suduroy

Menu

Um Lions Suduroy

Um LIONS SUÐUROY

 

Lions Suðuroy er ein av 7 lionsklubbum, sum eru í Føroyum. Hinir klubbarnir eru Lions Tórshavn, Lions Liljan - Tórshavn, Lions Eysturoy, Lions Vágar, Lions Klaksvík og Lions Tindur-Skarvanes.

Lions Suðuroy bleiv stovnaður 14. juni 1986 av Lions Klaksvík. Tað vóru 19 mans úr allari Suðuroynni, sum vóru við til stovnsetanina. Av hesum 19 eru bert 5 limir eftir í dag. Teir eru Einar Larsen, Páll Tummasarsson, Óli Holm, Hans J. Joensen og Bent Albinus. Fyrsti presidenturin var Ejler Djurhuus.

Lions Suðuroy hevur í dag 35 limir og er ein rímiliga stórur og virkin klubbur. Ein gerst limur eftir uppskoti frá limi og góðgenning frá øllum limum klubbans. Enn eru bert menn limir, men tað er eingin forðing at hava kvinnuligar limir.

Lions í Føroyum eru partur av Lions Danmark, sum hevur Heindrik prins sum heiðursdoktara. Lions Danmark er deilt upp í 4 fylkir, nevniliga fylkið 106A, 106B, 106C og 106D. Føroysku og Grønlendsku lionsklubbarnir saman við klubbunum í norður Sælandi eru í fylki 106D. Hetta fylkið er samstundis heimsins størsta fylkið. Í okkara fylki eru 56 klubbar og umleið 1000 limir. Samanlagt fyri øll fylkini í ríkinum eru umleið 6675 limir, býttir yvir 313 klubbar. Í Føroyum eru umleið 250 lionslimir. Fylkini eru deild upp í økir og er klubbarnir í Føroyum í einum øki. Hvørt økið hevur sín økisformann, sum gongur uppá skift millum klubbarnar. Fyri Lions Suðuroy hava Ejler Djurhuus, Einar Larsen og Jens Petur Brattalíð verið økisformenn.

Endamálið hjá klubbanum er at hjálpa humanitert, í fyrsta lagi í Suðuroy, men eisini aðrastaðni í Føroyum og uttanlands.

Lions Suðuroy hevur árliga 3 - 4 tiltøk, harav Suðuroyarkalendarin, Lýsingarblaðið og jólakalendarin eru afturvendandi tiltøk. Allur ágóðin av tiltøkunum fer til góðgerðandi endamál. Síðan stovningardagin hevur Lions Suðuroy veitt umleið kr. 3,5 mió. í stuðuli.

Lions Suðuroy hevur fund fyrsta ónskvøld í hvørjum mánaða kl. 19:00, tó er summarfrí í juli og august. Fundirnir verða hildnir í felagshúsinum á Traðarvegi í Hovi.

Lionsfelagskapurin bleiv í 2007 kosin til heimsins besta hjálparfelagskap.

 

Til kunningar kunnu nevnast forsetar klubbans higartil:

1986/1987          Ejler Djurhuus

1987/1988          Ejler Djurhuus

1988/1989          Dia Poulsen

1989/1990          Páll Tummasarsson

1990/1991          Páll Tummasarsson

1991/1992          Páll Leo

1992/1993          Ronnie Midjord   

1993/1994          Óli Holm

1994/1995          Einar Larsen

1995/1996          Einar Larsen

1996/1997          Einar Larsen

1997/1998          Per Lave

1998/1999          Per Lave

1999/2000          Ásbjørn Berg

2000/2001          Ásbjørn Berg

2001/2002          Leivur Nygaard

2002/2003          Leivur Nygaard

2003/2004          Jens Petur Brattalíð

2004/2005          Jens Petur Brattalíð

2005/2006          Arni Nielsen

2006/2007          Arni Nielsen

2007/2008          Bent Albinus

2008/2009          Bent Albinus

2009/2010          Óli Holm

2010/2011          Óli Holm

2011/2012          Martin í Nesi

2012/2013          Martin í Nesi

2013/2014          Bogi Mortensen

2014/2015          Bogi Mortensen

2015/2016          Bogi Mortensen

2016/2017          Pauli Einarsson

2017/2018          Pauli Einarsson

2018/2019          Fróði Mortensen

2019/2020          Fróði Mortensen

2020/2021          Jens Petur Brattalíð

2021/2022          Jens Petur Brattalíð


 

Følg Lions