Leyvuting 28. mai 2011
Árliga leyvutingið verður í ár í Suðuroy og verður hildið sama dag sum 25 ára haldið. Leyvutingið verður hildið í Stóra Pakkhúsi í Vági. Einans lionslimir kunnu luttaka.
Smyril kemur á Krambatanga kl. 9:00 har bussar koyra gestirnar til felagshús okkara í Hovi. Í felagshúsinum verður borðreitt við pinnamati og eitthvørt leskiligt afturvið. Tvøroyrar Kommuna verður vertur.
Kl. 10:30 verður farið við bussum til Stóra Pakkhús í Vági, har leyvutingið byrjar kl. 11:00.
Høvuðsevnini á leyvutinginum í ár verða SJÓNLIGHEIT og INNAN EINGJARGARÐAR OG ÚTI Í STÓRU VERÐ.
Skráin fyri leyvutingið verður henda:
Kl. 09.15: Leyvutingið verður sett í felagshúsinum í Hovi.
Tvøroyrar Kommuna bjóðar pinnamat, frukt og
leskandi løg.
Kl. 11.00-12.00: Leyvutingið byrjar í Stóra Pakkhúsi.
Annlis Bjarkhamar hugleiðir um "Sjónligheit"
Filmur verður vístur um hetta
evnið.
Kl. 12.00-12.30: Døgurði í Stóra Pakkhúsi í Vági. Borðreitt verður
við smyrjibreyði og onkrum drekkandi
Kl. 12-30-14.00: "Innan eingjargarðar og úti í stóru verð" - Óli Holm
Kl. 14.30-16.00: Um viðrar fara lionslimir ein "segltúr" við grindabátunum.
Veður og vindur avger leiðina. Viðrar ikki, verður farið at
vitja Fuglasavnið hjá Aksel Poulsen í Sumba.
Kl. 16.00 umleið: Vágs Kommuna bjóðar kaffi & køkur
Meðan lionslimir eru á Leyvutingi og royna seg sum
grindamenn er skráin fyri makar teirra henda:
Kl. 11.00-12.00: Shopping o.l. - annars frítt at fara
Kl. 12.00-12.30: Smyrjibreyð saman við makunum
Kl. 12.30-14-00: Vitjan á nýggja Ellis- og røktarheiminum i Vági
Kl.14.30-16.00: Vitjan á Ruth Smith savninum og Fornminnissavninum
í Vági
Kl. 16:00 umleið Kaffi & køkur saman við makunum
Almenni parturin av Leyvutinginum er nú av, og
møguleiki er nú fyri at taka sær av løttum fram
til kl. 20.00, tá veitslan byrjar.
Kl. 20.00: 25 ára stovningarveitslan byrjar á Hotel Øravík.
Veitslustjóri verður Robert Mc. Birnie
Matskrá:
Forrettur Fiskatallerkur
Høvuðsrettur Heilstoktur oksaháryggur
Dessert Heimagjørdur ísur
Náttmatur Suppa
Vín og aðrar drykkjuvørur til matin verður hvør
einstakur at keypa í barrini.
NM: Eftir borðhaldið spæla Hans Jakki og vinmenn
til dans.
Følg Lions