Um LIONS SUÐUROY

Lions Suðuroy er ein av 7 lionsklubbum, sum eru í Føroyum. Hinir klubbarnir eru Lions Tórshavn, Lions Liljan - Tórshavn, Lions Eysturoy, Lions Vágar, Lions Klaksvík og Lions Tindur-Skarvanes.
Lions Suðuroy bleiv stovnaður 14. juni 1986 av Lions Klaksvík. Tað vóru 19 mans úr allari Suðuroynni, sum vóru við til stovnsetanina. Av hesum 19 eru bert 5 limir eftir í dag. Teir eru Einar Larsen, Páll Tummasarsson, Óli Holm og Bent Albinus. Fyrsti presidenturin var Ejler Djurhuus.
Lions Suðuroy hevur í dag 40 limir og er ein rímiliga stórur og virkin klubbur. Ein gerst limur eftir uppskoti frá limi og góðgenning frá øllum limum klubbans. Enn eru bert menn limir, men tað er eingin forðing at hava kvinnuligar limir.
Lions í Føroyum eru partur av Lions Danmark, sum hevur Heindrik prins sum heiðursdoktara. Lions Danmark er deilt upp í 4 fylkir, nevniliga fylkið 106A, 106B, 106C og 106D. Føroysku og Grønlendsku lionsklubbarnir saman við klubbunum í norður Sælandi eru í fylki 106D. Hetta fylkið er samstundis heimsins størsta fylkið. Í okkara fylki eru 56 klubbar og umleið 1000 limir. Samanlagt fyri øll fylkini í ríkinum eru umleið 6675 limir, býttir yvir 313 klubbar. Í Føroyum eru umleið 250 lionslimir. Fylkini eru deild upp í økir og er klubbarnir í Føroyum í einum øki. Hvørt økið hevur sín økisformann, sum gongur uppá skift millum klubbarnar. Fyri Lions Suðuroy hava Ejler Djurhuus, Einar Larsen og Jens Petur Brattalíð verið økisformenn.
Endamálið hjá klubbanum er at hjálpa humanitert, í fyrsta lagi í Suðuroy, men eisini aðrastaðni í Føroyum og uttanlands.
Lions Suðuroy hevur árliga 4-5 tiltøk, harav Suðuroyarkalendarin, Lýsingarblaðið og jólakalendarin og íslendskr veðrakjøt eru afturvendandi tiltøk. Allur ágóðin av tiltøkunum fer til góðgerðandi endamál. Síðan stovningardagin hevur Lions Suðuroy veitt umleið kr. 4,5 mió. í stuðuli.
Lions Suðuroy hevur fund fyrsta ónskvøld í hvørjum mánaða kl. 19:00, tó er summarfrí í juli og august. Fundirnir verða hildnir í felagshúsinum á Traðarvegi í Hovi.
Lionsfelagskapurin bleiv í 2007 kosin til heimsins besta hjálparfelagskap.
Til kunningar kunnu nevnast forsetar klubbans higartil:
1986/1987 Ejler Djurhuus
1987/1988 Ejler Djurhuus
1988/1989 Dia Poulsen
1989/1990 Páll Tummasarsson
1990/1991 Páll Tummasarsson
1991/1992 Páll Leo
1992/1993 Ronnie Midjord
1993/1994 Óli Holm
1994/1995 Einar Larsen
1995/1996 Einar Larsen
1996/1997 Einar Larsen
1997/1998 Per Lave
1998/1999 Per Lave
1999/2000 Ásbjørn Berg
2000/2001 Ásbjørn Berg
2001/2002 Leivur Nygaard
2002/2003 Leivur Nygaard
2003/2004 Jens Petur Brattalíð
2004/2005 Jens Petur Brattalíð
2005/2006 Arni Nielsen
2006/2007 Arni Nielsen
2007/2008 Bent Albinus
2008/2009 Bent Albinus
2009/2010 Óli Holm
2010/2011 Óli Holm
2011/2012 Martin í Nesi
2012/2013 Martin í Nesi
2013/2014 Bogi Mortensen
2014/2015 Bogi Mortensen
2015/2016 Bogi Mortensen
2016/2017 Pauli Einarsson
2017/2018 Pauli Einarsson
2018/2019 Fróði Mortensen
2019/2020 Fróði Mortensen
2020/2021 Jens Petur Brattalíð
2021/2022 Jens Petur Brattalíð
2022/2023 Jens Petur Brattalíð
2023/2024 Jens Petur Brattalíð
2024/2025 Bent Albinus
2025/2026 Bent Albinus
2026/2027 Niels Olaf Eyvindsson
2027/2028 Niels Olaf Eyvindsson
Følg Lions